Fyrsta stakyrkingin úr komandi savninum eftir Oddfríð

Posted on 15 September 2013

0


 IMG_0503

Í næstum gevur Sprotin út nýtt yrkingasavn eftir Oddfríð Marna Rasmussen. Savnið hevur fingið heitið Eg eri næstur. Her er fyrsta stakyrkingin úr savninum, sum væntandi kemur út um ein mánað.

  

Eg kundi hugsað mær at fingið mína egnu grøv at hildið

 

Eg kundi hugsað mær at fingið mína egnu grøv at hildið.

Fingið mína egnu grøv,

áðrenn eg doyði.

So kundi eg longu nú farið

og sett niður ymiskt á leiðið.

Eg hevði sett niður blómuleykir,

og fyrireikað moldina

til ta súrligu og beisku sevjuna úr mær.

Eg hevði fingið krokus og tulipanur at vaksa

og fyrireikað moldina til tann milda

og droymandi angan

úr innasta hjartakamari mínum.

Sett niður eitt sindur av persillu,

so maðkarnir kundu køvt

tann herskna rákan av ósøgdum orðum.

Eg hevði við vissu sett niður páskaliljur,

og fyrireikað moldina til sál mína,

til anda mín.

 

Eg kundi hugsað mær at fingið mína egnu grøv at hildið.

Fingið mín egnu grøv at vitjað hvønn dag,

so at moldin kundi vant seg við

rødd mína,

andadráttin,

kropsluktin,

eygnakøstini,

tey eymu beinini,

ið varisliga ganga kring grøvina

og hjúkla um tann vøkstur,

ið skal gerast ein partur av ævinleika mínum.

 

Eg hevði sett upp ein vakran gravstein

úr føroyskum gróti,

og rist egna navn mítt í hann.

Á steininum skuldi staðið:

 

Oddfríður Marni Rasmussen

1969 –

Latið okkum granska út,

hvat rætt er,

latið okkum sameintar royna at skilja,

hvat gott er!

(Job, 34, 4).

 

Pláss skuldi eisini verið til konuna.

Hon hevði fingið sólina at skilt,

hvagar hon skuldi skinið,

og mjørkan at andað

vátliga á gravargrasið.

 

Ongin gráklødd dúgva

við høvdinum

undir øðrum vonginum

skuldi kúrt

á steininum,

men ein lítil eskja

við seinasta balsameraða hjartaklappi okkara

skuldi prýtt umhvørvið

við sínum djúpa undirtóna.

 

Eg kundi hugsað mær at fingið mína egnu grøv at hildið,

so eg kundi vant meg við deyðan,

vant meg við árstíðirnar

og vindarnar,

ið krydda tankar mínar við lívinum,

eg havi livað.

 

Eg kundi hugsað mær at fingið mína egnu grøv at hildið,

og tá ið eg var vorðin gamal,

hevði tað verið gott,

um annað beinið varð tikið

og lagt í grøvina,

so at moldin og tað, sum í henni býr,

veruliga kundi vant seg við smakkin av mær.

 

Eg klári ikki tankan um at liggja úti og rotna.

Tí kundi eg hugsað mær mína egnu grøv at hildið;

at vant meg við moldina,

bara til eg doyggi.

 

 

Yrking eftir Oddfríð Marna Rasmussen

 

 

 

 

Posted in: tíðindi, yrkingar