Og Emman fór til …

Posted on 19 September 2013

0


Katrin Ottarsdóttir (f.1957)

Katrin Ottarsdóttir (f.1957)

Í dag klokkan fimm vórðu virðislønir M.A. Jacobsens handaðar. Á hvørjum ári verða tær handaðar. Á hvørjum ári sita vit spent og bíða til vit fáa at vita, hvør fær hesar gomlu og ógvuliga týdningarmiklu virðislønir.

Fagrar bókmentir
Mentanarvirðisløn M.A. Jacobsen fyri fagrar bókmentir 2013 varð latin Katrini Ottarsdóttir fyri yrkingarsavnið “Eru koparrør í himmiríki”. Við virðislønini fylgir ein upphædd uppá 35.000 kr.

Bókin varð ummæld her á heimasíðuni hjá Vencli. Ummælið er her.

Á Vencli eru vit serliga stoltir av, at Katrin Ottarsdóttir fekk virðislønina, tí at hon sendi okkum nakrar av yrkingunum, sum eru í savinum, og standa tær á prenti í Vencli nummar 10.

 

Eldur

grønar trappur pyntaðar við brennandi málningum
børn sum detta og detta tí trappurnar aldrin enda
logarnir senda klænar framligar fingrar út eftir børnum
sum ikki tora at gloyma
brennandi amerikumenn í loyniligum kjallarum í havn
við útsýni yvir spegilsblankan nólsoyarfjørð sum heldur ikki í nátt
gevur børnum sum standa á smáum altanum frið í sálina
tí hús brenna í smáum býum
reytt og appelsingult og purpur móti svørtum
grátt í grátt í grátt
dragandi undirgangsmálningar málaðir her og nú

brennandi kossir og logandi lúsingar
sum vilja væl tá avmaktin ræður
logandi bøkur við brennandi orðum
sum for ever brennimerkja óspekt barnasinni

tá hitin frá logandi jesusbíløtum uppi yvir barnasongum
verður ov ørandi nærgingin
sleppa børnini kanska at sova á deiliga kalda gólvinum við fótalagið
hjá teimum vaksnu sum ikki enn eru vaknað

Katrin Ottarsdóttir

 

Yrkisbókmentir
M.A. Jacobsens virðisløn fyri yrkisbókmentir 2013 varð latin Pól Jespersen fyri arbeiðið við/týðingina av skúlabókini “Rúmdin”. Eisini her fylgdu 35.000 kr. við virðislønini.

Føroya Skúlabókagrunnur, ella Nám, sum tað eitur í dag, hevur givið út bøkurnar eftir Pól Jespersen. Hann er helst tann maður innan sítt fak, sum hevur klætt tað best í føroyskt mál. Nógvar eru bøkurnar, sum hava ríkað næmingar í øllum skúlaalrdum.

Mentanaravrik
Virðislønin fyri mentanaravrik 2013 (35.000 kr.) varð latin Turið Sigurðardóttir. Turið er ein eldsál, sum í mong ár hevur arbeitt við at gera týðingar úr upprunamálum. M.a. hevur hon týtt kendu bókina Salka Valka hjá Halldór Laxness, umframt fimm Pippi Langsokk-bøkur hjá Astrid Lindgren. Turið hevur t.d. týtt nógv úr enskum og týskum máli.

Her kunnu vit leggja inn yrkingina, sum Oddfríður Marni Rasmussen skrivaði til Turið í heiðursritið, sum var gjørt til hana, sum eitur Bókmentaljós. Yrkingin eitur “Fláirnar”.

Fláirnar

Ognað Turið Sigurðardóttur á hennara seksti ára føðingardegi

Tú tendrar lummalyktina og lýsir tað, sum tú ongantíð hevur sæð. Tað, sum hvarv
í myrkrinum er enn til staðar, men bert sum litprikað tíðarbákn.
Litskifta og broytta málið rør upp undir eina menning, sum ikki trýr sær ævigan

gróður. Tankar, ið bræddir umfarast út í heim
at kanna sær alvitsku og flog til at venda aftur
til upphavið. Brýndar rørslur, hválvaðar og hvatmæltar.

Ein skapan sum bólgarður, har hugmyndir eru uppií
og báðumegin við. Tamdir vindar millum húsini hyggja og hyggja at
ímyndum av ímyndum, ið minna um skýborgir festar á pappír. Mannkykt

taka skap av orðum, ið rísla seg gjøgnum dagarnar, tímarnar, sekundini. Hegnisliga
verður havsbrúgvin bygd til tíðina at fara um. Upplýstar
eru gongirnar, har orðini bera brá av linna.

Fallagrús sópar himmalin, meðan vit rannvála alt til og skipa okkum
í bólkar, ið fara træðandi í ótroddum brattlendi. Skal upphavsstaðið
viðgangast, má fyrst dansast við mælskum fjøllum.

Skýggini reka ljóðvarin sum úrbregði við fjaldum eginleikum. Eins og hjartað,
ið ræðslusligið sprænir blóðið út í æðrarnar, eru áhaldandi
støkkingar av myndum, ið nokta vanliga flogsáðnum at festa seg í sinnið.

Orðsvinnir bókaryggir standa eins og stabbagrót.
Vit eru øll tøtlingar, ið stoyta grønkandi setningar
úr sóljukoppum. Orð fúka sum flingur fyri eyguni og verða sett saman,

eins og menniskju verða sett saman, og brúkt til okkurt annað,
eins og menniskju verða brúkt til okkurt annað. Tíðarhorvnir tankar troðka
trúliga á, sum vóru teir einasta skýggið í heiminum, ið varð málað gult.

Tá ið útbogaðu andlitsbrøgdini trína fram í speglinum, og tey skulu festast
á blað, liggur ein størri leiklutur innarumegin, har hvør sveittadropi hevur navn
og hvør rukka hevur skap av einum hjartafløvandi farvegi. Framtíðin gevur

eisini blómutyssi úr orðum, ið verða sett saman til setningar við egnum skuggum,
setningar, staðsettir í vætu, har sólarvísu orðini spríkja úr hjartarrót tínari. Orð
í ævigum andarúmi, sum fláirnar undir fótum okkara, í ævigum aldudrátti.

 Oddfríður Marni Rasmussen

01.08.05

 

Barnamentanarheiðurslønir
Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar Býráðs 2013 varð latin Rakel Helmsdal, barnabókarithøvindi, og Hilmari Joensen, lærara, sum eisini fingu 35.000 kr. hvør.

Serliga bøkurnar um Skrímslini hava fingið Rakel Helmsdal fram sum ein góður barnabókahøvundur. Hesar bøkurnar eru einfaldar og siganda.

Hilmari ynski eg (Oddfríður) hjartaliga til lukku. Sum tín starvsfelagi í kommunuskúlanum og sum skeiðshaldari fyri MÁF, ynski eg tær hjartaliga til lukku.

Vit á Vencli ynskja teimum øllum hjartaliga til lukku við stóra heiðrinum.

 

OMR/AÓD

Posted in: tíðindi