Browsing All Posts published on »oktober, 2013«

Randi Ward fingið týðaravirðisløn

oktober 30, 2013

0

At hava góðar týðarar hevur alstóran týdning fyri eitt so lítið máløki sum føroyskt er. Vit hava nógvar dugnaligar týðarar í Føroyum, sum týða bøkur úr øðrum málum til føroyskt. Hetta er samleikaskapandi og tjóðarbyggjandi, og eigur at fáa størri virðing, enn nú er. Vit hava í Føroyum ikki so mangar virðislønir. Tann virðislønin, sum […]

Vencil á íslendskari appu

oktober 26, 2013

0

Nógv verður gjørt burturúr fyri at koma framat so mongum lesarum sum gjørligt. Eitt er at geva út eitt skaldskaparrit sum Vencil, eitt annað er at fáa boðini so langt út í verðina sum gjørligt. Higartil hava søgur, yrkingar og ritroyndir eftir 150 rithøvundar úr 22 londum staðið í Vencli, 32 týðarar hava týtt søgur […]

Upplestur við Løkin

oktober 26, 2013

0

Myndir frá bókmentatiltakinum, sum var á Bókasavninum við Løkin fríggjakvøldið 25. oktober í sambandi við mentanarvikuna í Runavík. Kjartan Hansen debuteraði í Vencli í Vencli nr. 2/2007, og hann hevur síðan tá havt bæði yrkingar og stuttsøgur í Vencli. Kjartan gjørdist vinnari, tá ið fyrsta føroyameistaraheitið í Poetry Slam varð hildið í 2010. Vit hava […]

Vencil við Løkin

oktober 23, 2013

0

Í sambandi við mentanarvikuna í Runavík, skipa Vencil og Bókasavnið við Løkin fyri bókmentatiltaki á bókasavninum fríggjakvøldið 25. oktober kl. 19-21. Á skránni verður upplestur og tónleikur, og ætlandi fer bókasavnið eisini at stovna lesiring hetta kvøldið. Tey sum fara at lesa upp, hava øll havt tekstir við í tíðarritinum Vencli, síðan fyrsta nummarið varð […]