Vencil við Løkin

Posted on 23 Oktober 2013

0


Mentanarvikan 2013

Mentanarvikan 2013

Í sambandi við mentanarvikuna í Runavík, skipa Vencil og Bókasavnið við Løkin fyri bókmentatiltaki á bókasavninum fríggjakvøldið 25. oktober kl. 19-21. Á skránni verður upplestur og tónleikur, og ætlandi fer bókasavnið eisini at stovna lesiring hetta kvøldið.

Tey sum fara at lesa upp, hava øll havt tekstir við í tíðarritinum Vencli, síðan fyrsta nummarið varð givið út í 2006. Summi teirra debuteraðu í Vencli og hava síðan givið út síni egnu verk. Rithøvundarnir eru Marjun S. Kjelnæs, Katrin Reinert, Vónbjørt Vang, Kjartan Hansen (føroyameistari í Poetry Slam 2010!), og Arnbjørn Ó. Dalsgarð. Kári Sverrisson fer eisini at framføra nøkur løg.

Høvi verður eisini at hoyra um útgávuna av Vencli, at seta seg fyri eitt árshald, ella at ogna sær eintøk av teimum 13 numrunum, sum eru komin higartil, fyri ein sámuligan penga.