Upplestur við Løkin

Posted on 26 oktober 2013

0


Myndir frá bókmentatiltakinum, sum var á Bókasavninum við Løkin fríggjakvøldið 25. oktober í sambandi við mentanarvikuna í Runavík.

Svend Højgaard, leiðari fyri Bókasavnið við Løkin, býður væl komin

Svend Højgaard, leiðari fyri Bókasavnið við Løkin, bjóðar væl komin

Kjartan Hansen greiðir frá um Poetry Slam

Kjartan Hansen greiðir frá um Poetry Slam

Kjartan Hansen debuteraði í Vencli í Vencli nr. 2/2007, og hann hevur síðan tá havt bæði yrkingar og stuttsøgur í Vencli. Kjartan gjørdist vinnari, tá ið fyrsta føroyameistaraheitið í Poetry Slam varð hildið í 2010. Vit hava frásøgn frá FM í Poetry Slam 2012 her á heimasíðu Vencils.

Katrin Reinert lesur upp á Bókasavninum við Løkin

Katrin Reinert lesur upp úr yrkingasavni sínum Kringvindar

Katrin Reinert debuteraði eisini í Vencli nr. 2/2007, og hon hevur síðan verið við í fimm numrum aftrat, umframt í ensku útgávuni frá 2011. Katrin gav sítt fyrsta savn, Kringvindar, út í 2011. Savnið er ummælt her á heimasíðu Vencils.

Upplestur á Bókasavninum við Løkin

Upplestur á Bókasavninum við Løkin

Bókasavnið við Løkin, sum varð tikið í nýtslu í 2012, er eitt nýtt, stásiligt og hugnaligt bókasavn, sum er sera væl egnað til tiltøk av hesum slag.

Kári Sverrisson syngur

Kári Sverrisson syngur eitt nýtt lag, hann hevur sett til eina yrking hjá Jóanesi Nielsen

Vónbjørt Vang lesur upp á Bókasavninum við Løkin

Vónbjørt Vang lesur upp stuttsøguna “Eitt ljósareytt barn” eftir fronsku Claire Castillon úr Vencli Nr. 9/2010.

Vónbjørt Vang hevur havt yrkingar og týðingar í Vencli, fyrstu fer í Vencli nr. 2/2007. Vónbjørt gav sítt fyrsta yrkingasavn, Millumlendingar, út í 2011.

Marjun S. Kjelnæs lesur upp á Bókasavninum við Løkin

Marjun S. Kjelnæs lesur upp egnar yrkingar úr Vencli Nr. 11/2012.

Marjun S. Kjelnæs var eisini við fyrstu ferð í Vencli Nr. 2/2007 við yrkingum, og aftur í nr. 11/2012. Hon gav úr sítt fyrsta yrkingasavn Rót Tripp í 2012, og hetta savn er eisini ummælt her á síðuni.

AÓD

Advertisements