Vencil á íslendskari appu

Posted on 26 Oktober 2013

0


Venclarnir liggja so barðlangir.

Venclarnir liggja so barðlangir.

Nógv verður gjørt burturúr fyri at koma framat so mongum lesarum sum gjørligt. Eitt er at geva út eitt skaldskaparrit sum Vencil, eitt annað er at fáa boðini so langt út í verðina sum gjørligt.

Higartil hava søgur, yrkingar og ritroyndir eftir 150 rithøvundar úr 22 londum staðið í Vencli, 32 týðarar hava týtt søgur og yrkingar úr 10 málum, millum annað arbabiskum og russiskum, 16 listafólk hava prýtt permur ella havt fotomyndir í Vencli. Tað er ikki onki!

Um Vencli skal verða lív laga, so má hann gerast sjónligur í meldrinum av øllum møguligum og ómøgiligum heimasíðum, bloggum og tíðindaskrivum.

Okkara alra, Randi Ward, sum hevur týtt mangan góðan yrkjara til enskt, hevur fingið íslendska appu at taka Vencil við. Appan eitur Quire, og har kann tú savna saman fleiri týdningarmiklar heimasíður, millum annað heimasíðuna hjá Vencli, gamla. Appan fæst í appuhandlinum. Upplýsingar um appuna finnast her

OMR