Randi Ward fingið týðaravirðisløn

Posted on 30 oktober 2013

0


Randi Ward

Randi Ward

At hava góðar týðarar hevur alstóran týdning fyri eitt so lítið máløki sum føroyskt er. Vit hava nógvar dugnaligar týðarar í Føroyum, sum týða bøkur úr øðrum málum til føroyskt. Hetta er samleikaskapandi og tjóðarbyggjandi, og eigur at fáa størri virðing, enn nú er. Vit hava í Føroyum ikki so mangar virðislønir. Tann virðislønin, sum hevur størstan týdning fyri føroyskar høvundar, er M. A. Jacobsen, men har manglar ein virðisløn; virðislønin fyri týðarar!

Vit hava seinastu árini fingið fleir og fleir týðarar, sum týða bókmentir okkara úr føroyskum og í onnur mál. Ein av okkara góðu týðarum hevur herfyri fingið týðandi týðaravirðisløn. Talan er um Randi Ward, sum hevur havt yrkingar og portrettfoto við í Vencli.

Tóroddur Poulsen, foto: Randi Ward

Tóroddur Poulsen, foto: Randi Ward

Randi hevur fingið virðislønina, The Nadia Christensen Prize, fyri at týða Fjalir, yrkingasavn eftir Tórodd Poulsen. Dómararnir siga soleiðis um týðingina eftir Randi:

“The translator has meticulously and convincingly conveyed in English the startling, spare quality of Tóroddur Poulsen’s poems, allowing readers to enter the shadowy dreams and wry humor of the poet’s world while offering an unexpected glimpse of the power of the Faroese language. This excellent translation for the first time gives a wider audience the opportunity to listen to a poetic voice from a vibrant culture that is largely unknown to the English speaking world.”

Eisini fær Randi Ward 2000 dollarar, eina bronsu medalju og eitt úrval av yrkingunum verða prentaðar í komandi nummarinum av tíðarritinum, Scandinavian Review.

Vit á Vencli eru serstakliga stolt Randi Ward vegna, og vit ynskja henni hjartaliga til lukku við heiðrinum.

fjalir

OMR

Advertisements
Posted in: tíðindi