Oddfríður gevur út tvey yrkingasøvn

Posted on 11 November 2013

0


Oddfríður gevur út tvey yrkingasøvn

Bókaframløga

Í sambandi við, at Sprotin gevur út yrkingasøvnini: Eg eri næstur eftir Oddfríð Marna Rasmussen og Tú veitst ongantíð eftir Ron Padgett, sum Oddfríður Marni Rasmussen hevur týtt, verður bókaframløga á Býarbókasavninum fríggjadagin 15. november klokkan 17:00. Oddfríður fer at lesa upp yrkingar aftur við basspæli frá Agnari Lamhauge, og hann fer at hugleiða eitt sindur um upprunan til bæði søvnini. Eisini ber til at ogna sær eitt signerað eintak av báðum søvnunum.

 

Bárður Oskarsson hevur gjørt permuna.

Bárður Oskarsson hevur gjørt permuna.

Eg eri næstur – Oddfríður Marni Rasmussen

Vit billa okkum sjálv inn, at vit hava ein frían vilja at ávirka lívsleið okkara. Vit billa okkum inn, at tá ið vit við okkara fría vilja hava tikið eina stóra avgerð, so fer hetta at laga lívið soleiðis, at framtíðin verður bjørt, verður soleiðis, sum vit avgjørdu hana við hollari hjálp frá okkara fría vilja. Viðhvørt er tað so. Viðhvørt ikki. Vit hava fría viljan til at náa fram á lívsleiðini, men á vegnum eru snávingarsteinar, sum lamma fría viljan; gera ein máttleysan, óttafullan og niðurundirkomnan. Í ringasta føri eru lívsins snávingarsteinar so hálir og fótafestið so ringt, at deyðin tekur yvir fría viljan. Vit, sum enn fóta okkum, kunnu læra av øllum hesum, finna ein lærdóm, ein máta at reisa okkum aftur.

Lagnan er tann megin, sum ræður yvir, hvussu lívið gongur í tí smáa og í tí stóra, og sum rænir alla ávirkan frá menniskjum. Okkara tilvera er merkt av, hvussu lagnan fer við okkum, og vit tillaga lívið eftir lagnunnar beiska smíli. Og kunnu ikki annað.

Lagnunnar speisemi rakti yrkjaran sum eitt skot fyri bringuna, tá ið hann fekk ein blóðtøpp í hjartað, beint áðrenn savnið – Eg eri næstur – skuldi gevast út. Henda mest tambaða myndberingin – hjartað – hevur skert fría viljan, tí at lívið má livast við ábyrgd og aga og við tí eygsýnligu vitan, at lagnan ikki spyr eftir, hvar, hvussu og nær okkara streingir slitna. Við hesum blóðtøppi gjørdist yrkingasavnið – Eg eri næstur – veruligari og lívsnærri enn yrkjarin sjálvur vildi.

Savnið fylgir barnaárunum og fram móti degnum í dag. Tey, sum hava verið ein tráður í yrkjarans lagnustýrda neti, verða beinleiðis ella óbeinleiðis flættað inn í yrkingarnar. Ongin veit, nær tín túrur er. Tú er næstur, óansæð um tú vilt ella ikki: næstur at elska, næstur at detta, næstur at vinna, næstur at hittast, næstur at viðurkenna, næstur at reisa teg aftur, næstur at doyggja, altíð ert tú næstur í tínum egna lívi.

Alt hetta verður lýst í 53 yrkingum í nýggja yrkingasavninum Eg eri næstur eftir Oddfríð Marna Rasmussen. Hetta er tólvta yrkingasavnið eftir Oddfríð. Permuna hevur Bárður Oskarsson gjørt, og Sprotin gevur út..

 

Fríða Matras Brekku hevur gjørt permuna.

Fríða Matras Brekku hevur gjørt permuna.

Tú veitst ongantíð – Ron Padgett, Oddfríður Marni Rasmussen týddi

Tað er ikki á hvørjum degi, at eitt heilt, týtt yrkingsavn kemur út við einum yrkjara.

Tú veitst ongantíð er yrkingasavn eftir amerikanska samtíðaryrkjaran Ron Padgett, sum Oddfríður Marni Rasmussen hevur týtt. Í savninum er eitt úrval av av 37 yrkingum eftir Ron Padgett.

Ron Padgett varð føddur í Tulsa, Oklahoma í 1942. Hann hevur lisið samtíðarskaldskap, enskar bókmentir og hevur eisini búð í París í eini tíggju ár. Fyri einum mánaði síðani komu út øll samlaðu verkini eftir hann í eini bók á 800 blaðsíður.

Ron Padgett er limur og hevur verið forseti í The Academy of American Poets.

Síðani Ron og kona hansara, Pat, vóru í Føroyum á Listastevnu Føroya í 2001, hevur Oddfríður Marni Rasmussen javnt og samt sitið og týtt yrkingar eftir Ron.

Yrkingarnar eru tiknar úr fýra søvnum: trimum nýggjari og einum savni við úrvaldum, eldri yrkingum. Tær umboða ein yngri og ein eldri Ron. Hansara speiski og skeivi háttur at síggja tilveruna er hansara sermerki. Sum ein partur av The New York School of Poetry eru yrkingarnar leitandi og tær draga við sær tilsipingar til onnur listasløg, so sum málningalist, tónleik og annað.

Permuna hevur Fríða Matras Brekku gjørt. Tað er Sprotin, sum gevur bæði søvnini út. Tey kunnu eisini keypast sum e-bók. Seinni kunnu tey eisini keypast sum ljóðbók.

 

Sprotin