Tað var gamalt at taka saman um árið, sum fór. Vit, sum liva í nýggjari tíð, plaga eisini at gera tað sama, tí hesi fáu orð. Aftur í ár kunnu vit báðir, sum stjórna Vencli fegnast um, at tveir Venclar sóu dagsins ljós. Beint áðrenn summarfrítíðina kom út Vencil 13. Eisini nevndur, Vencil guli. […]
desember 19, 2013
Klokkan 19:30 tann 18.12.13 vóru minst 100 fólk, sum ikki komu at lýða á, tað ið Vencil fjúrtandi varð lagdur fram saman við yrkingasavninum Hvat hjálpir einum menniskja at vakna ein morgun hesumegin hetta áratúsundið (Mentunargrunnur Studentafelagsins, 2013) eftir Kim Simonsen og savnið 4D (Eksil, 2013) eftir Sissal Kampmann. Vegna Vencil og Býarbókasavnið beyð Arnbjørn Ó. Dalsgarð áhoyrarunum, sum møttir vóru at […]
desember 17, 2013
Nú tað stundar til jóla, og fólk stuna millum handlar at keypa hvør ørðum gávur, er ein gáva, ein bókagáva komin undan kavi. Hetta er fjúrtandi av slagnum. Talan er um Vencil. Sagt verður, at jólini eru til páska, og tað kann Vencil prógva. Motivið á permuni, sum Tórbjørn Olsen hevur gjørt, er úr stutta […]
desember 6, 2013
Invictus Um náttin svørt meg hylja vil, so anir tó mítt lívsins bál, eg takka øllum gudum vil alt fyri mína stældu sál. Eg gráti ei, um lagnan slær, og lívið er mær fátt og grátt, og svangist alt í barmi mær, eg beri tó mítt høvur hátt. Tí handan hesa sorgar verð meg ræðslan […]
desember 30, 2013
0