Mandela

Posted on 6 Desember 2013

0


nelson-mandela21

Invictus

Um náttin svørt meg hylja vil,
so anir tó mítt lívsins bál,
eg takka øllum gudum vil
alt fyri mína stældu sál.

Eg gráti ei, um lagnan slær,
og lívið er mær fátt og grátt,
og svangist alt í barmi mær,
eg beri tó mítt høvur hátt.

Tí handan hesa sorgar verð
meg ræðslan hóttir hvønn ein dag,
og hóast lívið líðing ber
eg óræddur skal liva tað.

Og um eg ikki vegin fann,
og tekti ikki mið og mál,
eg míni lagnu stýra kann:
eg skipi sjálvur míni sál.

William Ernest Henley

Alexandur Kristiansen týddi

Posted in: yrkingar