Myndir frá bókaframløgu

Posted on 19 desember 2013

0


IMG_4281

Klokkan 19:30 tann 18.12.13 vóru minst 100 fólk, sum ikki komu at lýða á, tað ið Vencil fjúrtandi varð lagdur fram saman við yrkingasavninum Hvat hjálpir einum menniskja at vakna ein morgun hesumegin hetta áratúsundið (Mentunargrunnur Studentafelagsins, 2013) eftir Kim Simonsen og savnið 4D (Eksil, 2013) eftir Sissal Kampmann.

IMG_4278

Vegna Vencil og Býarbókasavnið beyð Arnbjørn Ó. Dalsgarð áhoyrarunum, sum møttir vóru at vera vælkomnir. 

IMG_4264

Nøkur trúføst og hugsavnað fólk komu tó at lýða á seinasta brestin av eini bókaframløguna hesumegin jólini.

IMG_4268

Kim Simonsen las upp úr nýggja savninum.

IMG_4277

Rói Patursson, sum tykist vera komin afturíaftur, las upp tvær yrkingar, sum eru við í fjúrtanda nummarinum av Vencli. Eisini er ein jólakalendarayrking at síggja á listablogginum.

IMG_4283

Sissal Kampmann las eisini upp. Her práta Sonne Smith og hon um mál.

IMG_4279

Turið Sigurðardóttir og Roi Patursson á Byarbókasavninum.

IMG_4274

Tveir hugsavnaðir høvundar leggja oyru til skaldskap.

IMG_4261

Við hesi páskapermuni á Vencli fjúrtanda ynskja vit tykkum eini gleðilig jól.

OMR/AÓD

Advertisements