Vencil 13 og 14 í 2013

Posted on 30 Desember 2013

0


Tað var gamalt at taka saman um árið, sum fór. Vit, sum liva í nýggjari tíð, plaga eisini at gera tað sama, tí hesi fáu orð. Aftur í ár kunnu vit báðir, sum stjórna Vencli fegnast um, at tveir Venclar sóu dagsins ljós.

Beint áðrenn summarfrítíðina kom út Vencil 13. Eisini nevndur, Vencil guli.

 

Marianna Mørkøre gjørdi permuna á grafiska verkstaðnum Steinprenti. Prentið fæst til keyps við at venda sær til vencil@vencil.fo

Marianna Mørkøre gjørdi permuna á grafiska verkstaðnum Steinprenti. Prentið fæst til keyps við at venda sær til vencil@vencil.fo

Á ólavsøku skipaðu Føroya Fólkaháskúli og Vencil fyri tiltakinum Licentia Poetica. Licentia poetica byrjaði á Steinprenti, síðani varð farið í Bojsensgarð at lesa, og at enda lósu skøld upp á Býarbókasavninum. Myndafrásøgnin kann síggjast HER. Hetta er eitt tiltak, sum vit ætla at endurtaka komandi ár.

Í heystfrítíðini. Beint tá ið flettingin gekk harðast fyri seg, og myrkrið var við at koma á okkum, tá var Vencil bókmentaliga høvuðsnavnið á Mentanarvikuni í Runavík. Haldið varð hildið á bókasavninum við Løkin

Um somu tíð, sum Mentanarvika var í Runavík, tá kom Vencil á íslendska appu. Tað er Randi Ward, sum fekk okkum hetta í lag. Hetta er appa, sum kann takast niður á teldlar og snildfonir.

IMG_4256

Permuna hevur Tórbjørn Olsen gjørt.

Og at enda. Beint fyri jól, tá kom Vencil 14. sprenfullur av dygdargóðum skaldskapi, sum heilt vist hevur ríkað jólini hjá teimum, sum hava ognað sær og lisið hann.

Báðar permurnar á Venclunum hava tey bæði ótrúligu fólkini, Fríða Matras Brekku og Jan Anderson, prentað á Steinprenti.

Vit vilja fegnir við hesum lítla innliti í, hvussu venclaárið hevur hilnast, ynskja vit øllum okkara lesarum, haldarum, listafólkum, stuðlum, prentarum, rithøvundum, rættlesarum og Føroya fólki eitt gott nýggjar. Vit takka so miriliga fyri tað brátt farna.

 

Gott nýggjár

Arnbjørn og Oddfríður

 

 

Posted in: tíðindi