Browsing All Posts published on »januar, 2014«

Klovin

januar 26, 2014

0

                    Leiðist tær við lagið, einki uttan bæði, yvir sálarvaðið – “kleiv eg eins og barn?” Vistir vóru varnar, vøkkult virðið tarnar, mans og hjarta harðnar – “heiðið” – “kristið” skarn! – Angur ella sorg, bygdist henda borgin, fellur hon í morgin – “kleiv eg eins […]

Líkamikið

januar 21, 2014

0

hvat er at ræðast fyri at øll fara frá tær at missa tíni kæru tryggleikan svikaligur tankin um tankan er hugsaður langt áðrenn hann vaknar tí tankin svevur aldrin í tær soleiðis var tað og er tað í øllum teimum forpestaðu lívunum meðan tey livast á so fitt og elskulig og ræðandi harðrend og óundansleppandi […]

Hesumegin hetta áratúsundið

januar 18, 2014

0

Beint fyri jól gav Kim Simonsen út yrkingasavnið við tí heldur drúgva og spyrjandi heitinum. Hvat hjálpir einum menniskja at vakna ein morgun hesumegin hetta áratúsundið (Mentunargrunnur Studentafelagsins, 2013). Her eru tvær yrkingar úr savninum. Hesumegin hetta áratúsindið huldi heglingsælið heimin. Gerandisdagurin er lættari at missa úr eygsjón, nú ár og vikur eru ein trappa av luft, […]

filmsskúlin: yrking eftir Róa Patursson

januar 15, 2014

0

Fyri jól kom Vencil 14. út. Á samkomu á Býarbókasavninum varð Vencil lagdur fram fyri almenningin. Nógv lósu, og ein teirra, sum las var Rói Patursson. Han las aðra av yrkingunum, sum eru við í Vencli 14. Yrkingin eitur filmsskúlin. [vimeo http://vimeo.com/84164517] OMR/AÓD

Lesilisti

januar 9, 2014

0

Nógvir lesarar, nógvir høvundar hava ein lista við bókum, sum teimum dámar væl. Summar seta seg so fæst, at tær verða til bókmentaligan íblástur. Aðrar verða lisnar fleiri ferðir, og fylgja lesaranum restina av lívinum. Funnin er ein listi, har Ernest Hemingway í 1934 skrivaði nakrar høvundar og bøkur teirra niður. Hann helt tá, at […]

Skundið tykkum nú!

januar 7, 2014

0

Ikki er Vencil 14. tornaður heilt, og kanska onkur ikki er heilt liðugur at spæla sær við veingjaðu orð Vencils. Tað er ikki lætt at vita, tí at vit hoyra so lítið frá fólki, sum hava lisið Vencil. Tað hevði verið gott, um onkur fortaldi heiminum, hvat tey halda um nýggja Vencilin. Tað kann gerast HER. […]