Skundið tykkum nú!

Posted on 7 januar 2014

0


Myndin er tikin av netinum. Hetta er ikki ein kendur høvundur!

Myndin er tikin av netinum. Hetta er ikki ein kendur høvundur!

Ikki er Vencil 14. tornaður heilt, og kanska onkur ikki er heilt liðugur at spæla sær við veingjaðu orð Vencils. Tað er ikki lætt at vita, tí at vit hoyra so lítið frá fólki, sum hava lisið Vencil. Tað hevði verið gott, um onkur fortaldi heiminum, hvat tey halda um nýggja Vencilin. Tað kann gerast HER.

Ikki bara tað hevur skund! Vit á Vencli mugu hart og týðiliga varpa tey boð, at freistin at lata inn tilfar til Vencil 15. er

12. februar 2014.

Hava tit ein tekst, sum er so væl viðgjørdur og so nær liðugur sum gjørligt er, so eru tit vælkomin at senda okkum hann á vencil@vencil.fo

Hyggjuráð og onnur góð ráð at hava í hyggju eru at finna HER

 

Við vón um nógvar góðar tekstir; týddar og upprunatekstir

OMR/AÓD

Advertisements
Posted in: tíðindi