Hesumegin hetta áratúsundið

Posted on 18 Januar 2014

0


IMG_3073

Kim Simonsen (til vinstru), foto, Oddfríður Marni Rasmussen

Beint fyri jól gav Kim Simonsen út yrkingasavnið við tí heldur drúgva og spyrjandi heitinum. Hvat hjálpir einum menniskja at vakna ein morgun hesumegin hetta áratúsundið (Mentunargrunnur Studentafelagsins, 2013). Her eru tvær yrkingar úr savninum.

Hesumegin hetta áratúsindið
huldi heglingsælið heimin.
Gerandisdagurin er lættari
at missa úr eygsjón,
nú ár og vikur eru ein trappa av luft,
tú bakkar niðan eftir
eitt fet í senn,
at enda hevur tú gloymt
bæði byrjan og enda,
síðani dettur tú niður,
heilt undir moldina,
so kavin kann kava á teg eisini.

Í hesum áratúsundi ganga
vit fram við sjónum,
leita kring havsbrúnna,
traðka á steinar
undir mánanum,
har kaldir vindar
fáa teg at
ganga
og ganga longri,
har grønir taravaksnir steinar
fáa teg at snáva,
aftur og aftur,
um gátuna
handan steinar og mánar.

1609325_10151949841596985_305040208_o

OMR/AÓD