Líkamikið

Posted on 21 januar 2014

0


Foto, Oddfríður Marni Rasmussen

Foto, Oddfríður Marni Rasmussen

hvat er at ræðast fyri
at øll fara frá tær
at missa tíni kæru

tryggleikan
svikaligur

tankin um tankan
er hugsaður langt áðrenn hann vaknar
tí tankin svevur aldrin í tær

soleiðis var tað og er tað
í øllum teimum forpestaðu lívunum
meðan tey livast
á so fitt og elskulig
og ræðandi harðrend
og óundansleppandi deilig

líkamikið sigur tú
hvat fanin merkir tað

líkamikið

er sjálvur tankin um lívið líkamikið
hvør ert tú so
hví ert tú

Katrin Ottarsdóttir
Yrkingin stendur í savninum Eru koparrør í himmiríki, Mentanargrunnur Studentafelagsins, 2012,

Advertisements
Posted in: yrkingar