Klovin

Posted on 26 januar 2014

0


Foto, John Batho

Foto, John Batho

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Leiðist tær við lagið, einki uttan bæði,
yvir sálarvaðið – “kleiv eg eins og barn?”
Vistir vóru varnar, vøkkult virðið tarnar,
mans og hjarta harðnar –
“heiðið” – “kristið” skarn! –

Angur ella sorg, bygdist henda borgin,
fellur hon í morgin – “kleiv eg eins og barn?”
Mold og syrgisekkur, einki vín tú drekkur,
nevndur ert tú flekkur –
“heiðið” – “kristið” skarn! –

Soleiðis var hetta, virðið varð hins metta,
úr høvdatrog sum ketta – “kleiv eg eins og barn?”
einki skal teg saka –
“heiðið” – “kristið” skarn! –

Christian Fróði Djurhuus
Úr savninum: Nú syngur áin, frá 2009. Høvundurin gav sjálvur savnið út.

 

 

 

 

Advertisements
Posted in: yrkingar