Eg traðki ikki í dust

Posted on 2 Februar 2014

0


Frida Kahlo, Roots

Frida Kahlo, Roots

Eg traðki ikki í dust blómukrúnuna hjá undrinum í hesum heimi
og lati ikki vit drepa
tey loynimál mær eru fyri á leiðini
í blómum, í eygum, á vørr ella í grøv.
Ljósið hjá øðrum
køvir gandamáttin í tí ókannaða
sum fjalt er í myrkurs dýpi,
men eg
nøri við mínum ljósi um loynimál heimsins,
og eins og mánin við sínum hvítu geislum
ikki minkar um, men djúpir skelvandi
loynimálið í náttarmyrkrinum,
so ríki eg eisini hin døkka sjónarringin
við miklari nøtran av halgum gátum,
og alt sum óskiljandi er
verður uppaftur gátuførari
fyri mínum eygum –
tí eg beri yndi til
blómur og eygu og varrar og gravir.

 

Lucian Blaga, rumenskur yrkjari (1895-1961)

Christian Matras týddi

Posted in: yrkingar