Kim Simonsen á Býarbókasavninum

Posted on 5 Februar 2014

0


1609325_10151949841596985_305040208_o

Bókakafé við Kim Simonsen

Bókakaféirnar halda áfram á Býarbókasavninum í 2014. Fyrsta bókakaféin í ár verður hóskvøldið 6. februar kl 19.30. Hesaferð er tað Kim Simonsen, sum í samrøðu við Ivan Niclasen fer at práta um bókmentir, bókmentarák og nýggja savnið “Hvat hjálpir einum menniskja at vakna ein morgun hesumegin hetta áratúsundið”.

Savnið er eitt sansandi savn av tekstum og yrkingum við hørðum og melankolskum myndum, ið ganga teirra egna veg, bæði tá tað kemur til at bróta við genrur, og tá tað kemur til at víðka hugtakið um, hvat eitt modernað yrkingasavn kann vera. Savnið er soleiðis eisini ein samanhangandi eind, uttan at partarnir eru tengdir at hvørjum øðrum. Í savninum eru eisini fitt av plansjum og fotomyndum.

Við at blanda persónligar minniskendar upplivingar við søguligari lívfrøði og m.a. stjørnufrøði spælir náttúran ein annarleiðis leiklut gjøgnum hetta savn líkasum tíðin og tilvitið um, at alt endar. Í savninum eru eisini savnandi og endurkomandi myndir, so sum sjógvur og vøtn.

Savnið er í fýra pørtum og telur 93 blaðsíður. Mentunargrunnur Studentafelagsins er útgevari. Kápumyndin er ein anatomisk plansja, teknað í 1756 av Albrecht von Haller úr verkinum Icones anatomicae.

Kim Simonsen er høvundur,  mag.art og ph.d. Býr í Keypmannahavn og frá 2014 og fram eisini í Amsterdam. Útgávur: Dreymar um opin vindeygu (2003), Kodakmyndir frá sjeytiárunum (2005) og Náðisólin (2006) – allar útkomnar á Mentunargrunni Studentafelagsins. Hann er útgivin í tíðarritum og í týðingum á m.a. enskum og hálenskum.

 

Býarbókasavnið

Tórshavnar kommuna

 

Niels Finsens gøtu 7, 100 Tórshavn

Tel 302030

www.bbs.fo

Foto, Oddfríður Marni Rasmussen

Foto, Oddfríður Marni Rasmussen

OMR

Posted in: tíðindi