Men tað gongur

Posted on 21 Februar 2014

0


Grant Wood, f. 13.02.1892. D. 12.02.1942.

Grant Wood, f. 13.02.1892. D. 12.02.1942.

Í felag vilja vit byggja hetta landið, men tað gongur

Vit hava fjøll handan fjøllini
og sólina á gólvinum
vit hava havið á teldu
og hin grábeinta við hondina

vit hava vatnið ið drepur
og mánan sum eitt mistak
vit hava oyggjar í býnum
og skemdar breytir

vit hava stjørnur í lógva
og vinir á varðhaldi
vit hava náttaró
og eingin mótmælir

vit hava brøður í andanum
og systrar í sálini
vit hava máliskur og smørgrísar
og pakkhús full av framtíð

Alexandur Kristiansen
Úr Báðumegin blátt. Mentanargrunnur Studentafelagsins gav út 2005

Posted in: yrkingar