Fyrsti árligi Varðin

Posted on 5 mars 2014


Harriet Poulsen hevur prýtt permuna.

Harriet Poulsen hevur prýtt permuna.

Fyrsti Varði í ár er á tremur við góðum akademiskum og tónleikatilfari

Hesaferð hava vit fjølbroytt úrval av yrkingum, ið allar eru hegnisliga fluttar yvir í føroyskt. Haraftrat presentera vit grein um nationalismugransking eftir Kim Simonsen, ið er doktari og phd-úrmælingur. Eisini hava vit eina aðra grein, ið er fyri teir lesarar, ið duga á at skyna grova ironi.

Vit hava eisini funnið ein nýggjan føroying, ið fæst við at seta saman yrkingar, og er tað ein, ið eitur John Ísheim. Vit bjóða honum vælkomnum á Varðans pall og vóna, at hann fer at blíva við at yrkja til okkara.

Eisini hava vit drúgva samrøðu við Einar Már Guðmundsson, og umrøðu av filmfestivalinum Geytanum og av eini mentanarcafé, ið eisini var í Norðurlandahúsinum. Harumframt hava vit tey obligatorisku tónleikaummælini hjá okkara manni í Roskilde, Øssur Johannesen, so hesin Varði stendur einki aftan fyri teir undanfarnu.

Og næstu ferð verður hann enn betri, tí tá verður temað: tað andaliga, og tá hava vit tvey viðtal við fólk, ið fáast við tvey aspekt av teirri andaligu síðuni í lívinum.

Permumyndina hevur tann sera dugnaliga Harriet Poulsen málað.

Til ber enn at tekna seg til at halda Varðan við at skriva til: vardin (kurla) mail.fo, ella til mín her á facebook.

Av tí, at Varðin nú er blivin betri til góðsku og størri til síðutal, er ársgjaldið nú 300,- Hetta er tó sera bíligt fyri henda mikla ársins ferfalda skamt av relevantari føroyskari mentan og øllum teim yrkingum, ið hjartað kann begjara.

Hesin fyrsti ársins Varði er so fyltur av góðum tilfari og so mikið professionelt úr hondum greiddur í øllum lutum, at hann er eitt sindur seinkaður og kom tískil ikki út millum manna og kvinnu tann 1. mars, men hann verður skjótur, verður eftir øllum at døma sendur út í næstu ella aðru viku.

Síggjast í bókahandlunum!