Altjóða yrkingadagur og eitt lokalt róp

Posted on 21 Mars 2014

0



Maður, ið kesur

Eg havi tey seinastu mongu árini undirvíst í bókmentum í fólkaskúlanum. Serliga væl dámar mær at undirvísa í yrkingum, hetta inniligasta, ærligast, bæriligasta og tignarligasta av øllum tekstasløgum.

Tá ið eg taki eina yrking fram til næmingarnar at greina og tulka, er ógvuliga vanligt, at tey huffa og suffa og onkur grenjar og tútar um, at tey skulu greina og tulka eina yrking, tí at tey siga seg ikki skilja, hvat meiningin er við at lesa yrkingar, og summi halda tað vera alt ov torført, tí at tey skilja ikki tað, sum stendur í yrkingunum.

21. Mars í 1999 sendi UNESCO eina yvirlýsing út, at henda dag á hvørjum ári skulu skúlar, bókasøvn, og forløg kring allan heimin varpa ljós á yrkingarlistina. Hesin dagur skal vera við til at: “stuðla upp undir yrkingar, at venda aftur til, at yrkingar aftur verða endurgivnar ella fortaldar munnliga, at stimbra frálæruna í yrkingalistini og at menna samskiftið millum yrkingalistina og aðra listagreinir.”

Irene Bokova, Aðalstjórin í UNESCO hevur sagt, at: “yrkingar eru reinasti mátin at úttrykkja málsliga frælsi.”

Apríl mánaði er mánaðin, sum er altjóða yrkingamánaðin, og teir flestu yrkingafestivalarnir kring heimin eru um hetta mundið.

Sum sagt, so dámar mær serstakliga væl at undirvísa í yrkingum, og eg verði aldrin troyttur av at lesa yrkingar, at kava niður í henda myndaheimin, har tú stendur við øðrum beininum í veruleikanum og hinum í myndberingum. Tað eru bara yrkingar og onkur málningur, sum megnar tað.

Fleiri lærarar aftra seg við, eru beinleiðis bangnir um tankan at skula undirvísa næmingum í yrkingum. Hetta er synd, tí at ígjøgnum yrkingar fáa næmingarnir eitt heilt øðrvísi og meira sjálvstøðugt hugsandi innlit í tilveruspurningar. Tá ið lærarar hava slept tí vanliga pappírinum við greiningarfrymlinum á, er klárt hjá teimum og næmingunum at kava niður tulkingina av tilverunnar grundspurningum, sum stinga seg upp úr yrkingunum.

Eg eri komin fram á, at næmingar hava lættast við at koma inn í yrkingina við at finna evnið, sum yrkingin viðger. Hetta er ein hurð inn, hvussu skrivað verður um evnið, og hvussu yrkingin leggur fram sínar veruleikar, og hvussu hesir veruleikar verða lýstir gjøgnum tær myndir, sum yrkjarin hevur skrivað.

Ongum nýtist at ræðast myndberingarnar í eini yrking. Gerandismálið er pakkað við myndberingum, men tær eru so vanligar, at vit ikki geva okkum far um, at talan eru um myndberingar. Í fótbóltsmáli siga vit, at hann skjýtur ein harðan bólt frá einum spískum vinkli. Vit vita væl, at ongin skjýtur ein harðan bólt, tí at so kemur hol á hann. Eisini er greitt, at bólturin er ikki harðari enn aðrir bóltar. Vit vita eisini, at vit ikki stinga okkum av einum spískum vinkli. Í veðurfrøðini eitur okkurt hvassur vindur, men vit vita væl, hvat meinast við, og tá meinast ikki við, at vit skera okkum til avlívs, fara vit út um dyr í hvøssum vindi. Soleiðis kunnu vit halda fram við at reksa upp ymiskar myndberingar, sum eru vanligar í ymiskum málstøðum, men tá ið vit síggja hesar somu myndir settar upp sum eina yrking, so fara flest øll í baklás ella upp á bakbeinini, fyri at brúka tvær myndir um at nokta at seta seg inn í tilfarið í eini yrking.

Flestu okkara duga at endurgeva eina yrking. Um ikki annað, so duga vit at syngja “Dukka mín er blá” ella onkran annan sang ella sálm. Flest okkara duga eitt kvæði uttanat. Her verður ein søga søgd við at kvøða hana. Í hesum sangum og kvæðum eru nógvar myndberingar, sum vit duga og skilja væl.

Hvønn einasta dag kemur fyri, at vit mugu taka til eina myndbering, tí at vit ikki skilja tilveruna sum hon er. Tað er hesa gleði við at varpa ljós á tilveruna, sum vit eisini skulu bera inn í yrkingalesnaðin.

Amerikanski yrkjarin, Carl Sandburg (1878-1967) segði at: “Yrkingar eru dagbókin hjá eini sjóveru, sum livir á landi, men vil flúgva upp í luftina.” Við øðrum orðum, so vil yrkingin altíð siga tað, ósagda, ella siga tað, sum er sagt fyrr, á ein hátt, sum ongin fyrr hevur lisið.

Eg vildi ynskt, at yrkingar fingu sítt pláss í samfelagnum, fingu sítt pláss í miðlum, serliga í Kringvarpi Føroya, har yrkingar ongan møguleika hava at sleppa framat. Tær eru útihýstar og bannlýstar frá útvarpsskránni og sjónvarpsskránni. Ein skuldi trúð, at hetta tignarliga tekstaslag kundi fornerma, ella í ringasta føri, kundi gera seg kropsliga og mentalt inn á æraða lurtaran og hyggjaran, soleiðis sum tað verður viðfarið í almenna tænastuvarpinum í Sortudíki.

Allastðani í samfelagnum er yrkingin ein asnaryssa, eitt leysingarbarn, sum ongin annar vil hýsa enn tey bæði týðarritini, sum er í Føroyum, Vencil og Varðin og so tey yrkingasøvnini, sum koma út. Tað er spell, tí at sum eg byrjaði við at siga, so eru eru yrkingar ærligasti og virðiligasti amboð at greina og tulka samtíðina við, bæriligasta amboðið at lýsa fólkasálina og einstaklingshugsanir við. Blúgvist ikki við: farið yvir á hillina, og finnið tykkum fram eina yrking, setið tykkum niður og lesið hana fleiri ferðir, bæði hart og spakuliga, týtt og seint, syng hana og teska hana, lesa hana fyri onkrum og tosa um hana við onkran kæran, og latið hana seyra inn í vitskuna.

Góðan yrkingadag, góðu yrkingavinir

 

 

OMR