Heroisma og minimalisma

Posted on 26 mars 2014

0


kanin
Í ár tilnevna Føroyar Fløtu kaninina eftir Bárð Oskarsson til Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðs.
26.03.2014Turið Sigurðardóttir
Bárður Oskarsson: Flata kaninin 2011Bárður Oskarsson: Flata kaninin 2011
Tilnevning Føroya til Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðs 2014: Bárður Oskarsson: Flata kaninin
Bókadeildin 2011.
Í ár tilnevna Føroyar Fløtu kaninina eftir Bárð Oskarsson til Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðs. Í føroysku nevndini, sum Rithøvundafelag Føroya velur, eru Oddfríður Rasmussen og Turið Sigurðardóttir. Í grundgevingini fyri tilnevningini siga tey m.a.:
Myndabókin Flata kaninin, 2011, eftir Bárð Oskarsson (f.1972) tekur eitt stórt etiskt tema upp og handfer tað á varnan og lætthentan men eisini avgjørdan hátt, eitt tema, ið eisini er viðgjørt í klassiskum skaldaverkum eins og Antigonu og Ilions kvæði, og sum samstundis vísir til okkara egna veruleika. Tað snýr seg um ta seinastu skylduna mótvegis einum medskapningi, eisini í tí føri, at tað hvørki er lætt ella vandaleyst.
Persónarnir í bókunum hjá Bárði eru djór við avgerandi menniskjansligum eginleikum. Tey tosa, og tey ferføttu ganga á afturbeinunum, men hin vegin eru tey ikki ílatin. Tey búgva í menniskjaumhvørvi, t.d. einum býi, men menniskju eru ikki hjástødd uttan óbeinleiðis, í Fløtu kaninini sum atvoldin til hending við lagnutungari avleiðing.
Ein hundur og ein rotta møtast á einari gongubreyt og síggja eina kanin liggja heilt flata á koyribreytini. Vit mugu ganga út frá, at ein bilur hevur koyrt hana yvir, hóast einki er sagt um tað. Hundinum og rottuni tykir synd í kaninini, at hon er blivin so fløt, og grunda yvir, hvat tey kunnu gera við hesa vána støðu. Tey kundu sagt menniskjunum hjá kaninini frá, men tann møguleikin verður vrakaður, tí tey meta tað vera sannlíkast, at tey sum boðberar sjálv koma undir ákæru. Men hundurin fær eitt hugskot og varisliga, so hon ikki brotnar sundur, bera tey kaninina heim til hundin. Alla náttina hoyast hamarshøgg frá húsinum hjá hundinum, og um morgunin eru tey liðug at smíða ein dreka. Tey festa kaninina í tey krossløgdu trøini á niðaru síðu á drekanum, og eftir at tey hava roynt leingi,eydnast tað at fáa drekan við kaninini upp í luftina. Til endans hugsa hundurin og rottan um, hvussu tað man vera hjá kaninini at vera uppi í himlinum.
Lagnan hjá kaninini vekur samkenslu hjá hundinum og rottuni. Tey missa tó ikki tamarhald á sær, men hugsa seg um, loysa kaninina úr hennara óvirðiligu støðu og endurreisa tign hennnara. Hundurin við klønum limum, veldigum høvdi og vátum trýni er tann innhugsni og bleyti høvuðspersónurin, men rottan er hansara lítli felagi.
Stílurin er minimalististiskur og ikki naivur men naivistiskur, bæði í teksti og mynd, sum hvørt fyllir upp í annað og til samans tryggja søguni dýpd. Til dømis er eingin bilur nevndur, men á opnuni s. 13-14 er ein lítil gráur bilur vinstrumegin, har sum høgrumegin er heilsíðumynd av tí fløtu kaninini, sum hundurin og rottan hyggja at. Harafturímóti er á opnuni s. 30-31 ein reyður bilur vinstrumegin – ein ávaring? – og høgrumegin er hundurin, sum hevur drekan høgt á lofti, meðan rottan hyggur at. Bárður nýtir vatnlitir, og tey yvirhøvur glæru, sera ljósu litbrigdini í bókini mýkja ávirkanina av teimum naknu tekningunum.
Í bókmentunum eru djór ímyndir av menniskjum, og djórabørn men eisini smá djór kunnu umboða børn. Lisin soleiðis er Flata kaninin ein sterk søga um sonevnd kompetent børn í okkara tíð, eitt heiti við tilsiping til børn við førleikum, ið hava verið kannaðir vaksnum. Men hon er eisini eitt av teimum mætaru dømunum um barnabók fyri allan aldur.

Advertisements