Listin í reinsanareldinum

Posted on 24 Juni 2014

0


Málningin hevur Sergey Tyukanov málað.

Málningin hevur Sergey Tyukanov málað.

Eitt tað størsta framtak innan mentanarkjakið tey seinastu fýra árini, hevur verið ein persónligur og onkuntíð privatur bloggur. Tær báðar Kinna Poulsen og Inger Smærup Sørensen hava við sínum meiningum, greiningum, ummælum, frámælum, viðmælum, ferðafrásøgnum, jólakalendarum og mongum øðrum, góðum greinum lagt trýst á eitt stirvið og eintýðugt kjak um list, mentanarpolitikk og annað.

Vit kunnu vera samd ella ósamd við tíð, sum Kinna og Inger hava skrivað. Tað eru vit øll hjartaliga vælkomin til, og summi hava verið ósamd. Serliga hevur eitt ávíst listastríð verið við til, at Kinna og Inger hava verið bólkaðar í ein enda og hini hava bólkað seg sjálv í ein annan enda av stríðnum. Eg síggi ikki hetta. Tá ið eg lesið greinarnar hjá Kinnu Poulsen (hon skrivar seg sum KP á blogginum, og hevur hon skrivað flestu innsløgini) so síggi eg fyrst og fremst ein góðan eygleiðara. Ein, sum eygleiðir og hevur eina greiða niðurstøðu um sínar eygleiðingar. Tað er onki ringt í tí. Áhugaverdi spurningurin er, hví júst Listabloggurin er vorðin so nógv umstríddur? Tað er tí, at tær báðar hava okkurt upp á hjartað. Tær tora at hava eina meining, og Gud náði tey, sum hava eina meining í hesum landinum. Tey føra seg fram! Hava eina fjalda dagsskrá við sínum úttalilsum! Tað kann væl tykjast eitt sindurt margháttligt og sjónskt, at Tóroddur Poulsen verður so nógv drigin fram, tá ið Kinna skrivar, men harragud – henni dámar Tórodd. Mær dámar eisini væl at taka ymiskar høvundar fram, sum mær dámar væl. Tað gera øll. Hetta er ikki serføroyskt ella nakað annað.

Nú brandagløðurnar sleikja restirnar av Listablogginum, tykjast fólk enn at vera so frekk at lasta tær fyri at hava fjalda dagsskrá, tær, sum hava lagt út á netið 2337 innsløg og meir enn eina hálva millión ferðirnar hava fólk klikt seg inn á Listabloggin. Hetta er eitt megnarverk, sum ongin annar bloggari í Føroyum hevur klárað. Um onkur hevur so forbannað ilt av tí, sum er komið fram á Listablogginum, so er tað óluksáliga lætt at stovna ein blogg og skriva afturímóti. So høvdu vit fingið eitt virðiligt og veruligt kjak, heldur enn hesi smáu gorlopini á Facebook og øðrum miðlum.

Kinna og Inger! Tykkara íkast til kjakið um mentan og list liggur godsdoyð ikki eftir.

Vóanandi letur ein onnur hurð seg upp, nú tit lata hesa aftur.

Takk fyri íkastið!

 

OMR

Posted in: kjak