Mítt navn við hondskrift

Posted on 3 juli 2014

0


cover

MÍTT NAVN VIÐ HONDSKRIFT
upplestur, tónleikur og myndlist
Orð: Lív Maria Róadóttir Jæger (FO)
Tónleikur: Lasse Thorning Jæger (DK)

Myndlist: Hanni Bjartalíð (FO)

 

LP-plátuútgáva fríggjakvøldið 4. juli 2014 klokkan 20 Steinprent, Skálatrøð 16, Tórshavn.

 

Mítt navn við hondskrift:ein verkætlan, sum umfatar upplestur, tónleik og myndlist.

Í samstarvi við grafiska verkstaðin Steinprent kemur út eitt avmarkað upplag, 80 eintøk, av LP-plátuni á 180 grams vinyl, við upprunagrafiskum húsa, nýkomponeraðum elektroakustiskum tónleiki, og 10 nýskrivaðum stutt-prosatekstum.

 

Tónleikurin: upptøkur av rødd, realljóðum og gittar – modulerað og útsett í ljóðredigeringsforriti. Rá-upptøkurnar eru gjørdar í einari íbúð á 5. hædd á Vesterbro í Keypmannahavn og í einum strátaktum húsum á Fanø.

Lasse Thorning Jæger lesur elektroniskan tónleik og ljóðlist á Syddansk Musikkonservatorium, og er bú-sitandi á Fanø.

 

Tekstirnir: 10 stuttprosatekstir á føroyskum. Tekst-irnir hava staðið í Vencil – tíðarrit fyri skaldskap á føroyskum.

Lív Maria Róadóttir Jæger er mag. art. filosofi og búsitandi á Fanø.

 

Húsi/myndlist: Hanni Bjartalíð hevur, við íblástri frá tónleikinum og tekstunum, gjørt ein upprunagrafiskan húsa. Hanni Bjartalíð arbeiðir og er búsitandi í Finnlandi.

 

Master: Emil Thomsen/ET Mastering í Aarhus hevur mastererað vinyl- og digitalútgávuna.

 

LP-plátan: verður at fáa til keyps í Steinprenti.

 

Digitala útgávan: verður tøk millum annað á iTunes og Amazon frá 4 juli.

 

Stuðlað hava Mentanargrunnur Landsins og Norðurlandahúsið.

Advertisements
Posted in: tíðindaskriv