So er Vencil 15. klárur!

Posted on 31 Mars 2015

0


Teir kanna litir.

Teir kanna litir.

Jan og Fríða royna tann gorgrøna litin.

Jan og Fríða royna tann gorgrøna litin.

Ein roynd er klár.

Ein roynd er klár.

Skjótt fer pressant at grøngløða.

Skjótt fer pressant at grøngløða.

IMG_2185

Permuna hava Arnbjørn og Oddfríður sjálvir gjørt. Motivið er úr søgu eftir Gabriel García Márquez.

Permuna hava Arnbjørn og Oddfríður sjálvir gjørt. Motivið er úr søgu eftir Gabriel García Márquez.

IMG_2187 IMG_2188

Tá ið langt er millum snapsarnar, eru trý sløg av fólki til: tey, sum sita og tutla í krókunum, um at her dettur man ikki av, tey, sum rýma avstað, og tey, sum sita og bíða eftir næsta snapsinum. Vónandi eru tit tey seinnu; tey, sum sita og bíða eftir næsta snapsinum. Nú er skeinkjarin klárur aftur, og glasið fer víðari.

Leingi hevur verið bíðað eftir Vencli. Tað má sigast. Ongin umbering er fyri, hví hann er so seinur á veg. Bara ein steðgur, ein umhugsunartíð, ein ósjónligur millumleikur. Ongin harmaleikur. Bara ein steðgur.

Vit fara nú aftur at arbeiða regluliga við Vencli. Fimtan Venclar eru higartil gjørdir. Í hesum Venclum eru umleið 1600 blaðsíður við dygdargóðum skaldskapi, sum hava sín uppruna í móðurmálinum, og sum eru fluttir úr einum fremmandum máli og í okkara fagra móðurmál – 1600 síður við yrkingum, stuttsøgum, ritroyndum og fotomyndum. 15 snøggar permur eftir 15 ymisk listafólk, sum flestar eru prentaðar í samstarvi við ótrúligu fólkini á Steinprenti.

Um stutta tíð kemur Vencil 15. út. Síðani fara vit undir at gera ein Vencil um árið og ikki tveir, sum vanligt hevur verið. Tann fyrsti kemur út í oktober í ár, og tann næsti kemur í oktober í 2016.

Vit umbera fyri seinkanina, og vit vóna so inniliga, at tit fara at taka eins væl móti Vencli eftir sólarmyrkingina sum tit gjørdu undan sólarmyrkingini.

Vit vóna, at Vencil 15. kemur haldarum í hendi áðrenn altjóða bókadagin, sum er 23. apríl.

Við fagrastu venclakvøðu

Arnbjørn & Oddfríður