Apríl

Posted on 5 Apríl 2015

0


Klaus Rifbjerg (1931-2015)

Klaus Rifbjerg (1931-2015)

Tey fæstu doyggja um summarið

Tú velur aðrar árstíðir

Summarið er ókey

Men myrki og kaldi veturin er betur

Tað er næstan natúrligt at krúpa inn

Í myrka hornið og geva upp andan

Ella hvat vit geva upp

Ella tú sleppur handtakinum á sumrinum

Har alt er so opinlýst at onki kann halda fram

Alt tað tú hevði spart upp til og

Glett teg til er longu fari framvið

Heystið og tað sum verri er hóttir

So hví ikki sleppa handtakinum meðan tíð er

Fáa tað yvristaðið so til ber at halda fram

Til gudarnir skulu vita hvat ella við øðrum orðum

Hini kunnu halda fram nú tá ið alt

Stríði og allur tregi er av

Øll lyfti løgd á hillina

Alt sum tú skalt meðan lagt verður upp til deyðan

Ella at hann beinleiðis tekur alt við sær alt tað

Tú tekur á teg tí at soleiðis ert tú skikkaður og

Sorgin skal eisini hava sítt skal ein fara

Í dýpdina og ikki bara lata sær lynda við yvirflatuna

Tað er summarið væl egnað til og várið harafturímóti

Ja, eg veit ikki hvussu eg skal siga tað

Men tað er okkurt rótut við várinum tað er ikki

At líta á hvørki tá ið talan er um veðrið og á annan

Hátt er okkurt frekt við várinum

Sum er ógvuliga ringt at seta í samband við deyðan

Hóast hann eisini er ein frekur fani kanska er tað

Tí at tað rætt og slætt er ov nógv og ongin

Stendur seg ímóti honum og fyri ikki at vera sum smyril

Í staraflokki so velja tey flestu várið frá sum

Deyðshøvið øll uttan tey óhepnu sum ikki fáa

Møguleikan sjálv at velja men sum enda í moldini

Eins snarliga sum heglingsskúrur í apríl.

 

Klaus Rifbjerg (1931-2015)

Týtt hevur Oddfríður Marni Rasmussen

 

Posted in: yrkingar