Klaus Rifbjerg deyður

Posted on 5 apríl 2015

0


Klaus Rifbjerg

Klaus Rifbjerg í Dansk litteraturhistorie 8, sum Gyldendal gav út.

Klaus Rifbjerg, ein av virknastu og mest umstríddu donsku rithøvudunum í nýggjari tíð, er deyður, 83 ára gamal.

Tað sigst, at tá ið Rifbjerg eina ferð varð spurdur, hvat hann hevði gjørt, um hann varð raktur av skriviblokering, tá svaraði hann, at hann hevði skrivað eina bók um tað. Tá hevði hann givið út einar 130 bøkur.

Rifbjerg var tann fyrsti, sum fekk tríára starvsløn frá Statens Kunstfond. Hetta var í 1965, og tað skapti mikla øsing, at hann brúkti pengarnar til at keypa sær dýrar bilar og at ferðast fyri.

Rifbjerg átti lut í fyrsta nummarinum av Vencili, sum kom í 2006, har yrking hansara Geykur stóð. Hon er úr savninum Voliere frá 1962. Aleksandur Kristiansen týddi yrkingina til føroyskt.

AÓD

Advertisements