Á pápadegi

Posted on 5 Juni 2015

0


IMG_6770

Á pápadegi

Summar morgnar vakni eg
Og varnist
At eg hugsi
Og sigi
Og geri
Sum pápi mín plagdi
Tá ið hann
Sum ungur plagdi
At hugsa
Og siga
Og gera
Líka sum eg geri nú
Viðhvørt er tað sum ein alda
Brýtur inn yvir meg
Lyftir meg upp
Og leggur meg trygt
Á tað óbroytiliga orðið
Tað trygga og óumskiftiliga orðið
Sum fær meg at fara
Upp at gera tað eg hugsi
Og siga tað eg hugsi
Men viðhvørt
Viðhvørt hoyri eg synirnar
Hugsa
Og siga
Og gera
Sum vit
Tá havist eg at
Mær sjálvum

Oddfríður Marni Rasmussen

Posted in: ikki bólkað