Teir hvítu bussarnir

Posted on 19 Juli 2015

0


Tá ið vit lesa í søgubókunum, lesa vit aloftast um mætar leiðarar, sum ikki altíð hava dugt líka væl at leitt fólkið. Teir (og tær) hava ofta duga at kúga fólk, at dripið vanlig fólk og forfylgt menniskjum, sum hugsa øðrvísi, enn tað, sum hesir leiðarar hava sett sær sum sína stevnuskrá. Tey, sum líða undir slíkum ódugnaligum leiðarum eru vanligir borgarar, sum tú, kæri lesari, og eg, sum hetta skrivi.

Eg var mær ein túr á Nationalmusenum í dag. Tað er ein ógvuliga upplýsandi og gevandi túrur. Har var ein nýggj framsýning, sum eg serliga festi meg við. Hon eitur “De hvide busser”. Hesir hvítu bussarnir við reyðakrossmerkinum og svenska flagginum á síðuni vóru bussar, sum við krígslok vórðu sendir niður til Týsklands at bjarga fólki.

Hetta er ein av bussunum, sum varð brúktur til at føra danskarar og svenskarar heim úr týsku týningarlegunum.

Hetta er ein av bussunum, sum varð brúktur til at føra danskarar, normenn og svenskarar heim úr týsku týningarlegunum.

Tað var svenski greivin, Folke Bernadotte, sum skipaði so fyri, at hesir bussar vórðu málaðir hvítir, at krossmerkið hjá Reyða Krossi stóð á síðuni, og at í bussunum vóru sjálvbodnir læknar og sjúkrasystrar við á túrinum, sum kundu taka sær av teimum niðurundirkomnu fangunum og krígsofrunum. Frá desember í 1944 og til apríl í 1945 førdu hesir hvítu bussarnir okkurt um 7.000 danskar fangar heim. Seinni koma aðrir fangar við, og tilsamans førdu teir hvítu bussarnir 17.500 norðurlendingar úr týsku týningarlegunum. Hetta tykist ikki nógv í tí stóra talinum av fólki, sum vórðu dripin undir krígnum, men fyri eina lítla tjóð sum Danmark hevur hetta stóran týdning.

IMG_2436

Nógvar tekningar vóru av

Nógvar tekningar vóru av “lívinum” í týningarlegunum.

Tað harða arbeiði, sum fangarnir skuldu gera í týningarlegunum var ikki tespiligt. Tey fingu eina stríputa drakt og skógvarnir vóru úr træ og leðri. Sólarnir úr træi, og eitt leðurspenni at spenna teir fastar. Teir skuldu arbeiða til teir ikki orkaðu meir, síðani  vórðu teir dripnir.

IMG_2443

Tey, sum sjálvboðin fóru við teimum hvítu bussunum vóru spent og ivrig eftir at sleppa avstað. Summar sjúkrasystrar skrivaðu eitt lítið bræv, løgdu tað á køksborðið, og fóru síðani við bussunum. Eisini bussførarar og bilmekanikarar vóru við átúrunum.

IMG_2452

Á myndini niðanfyri stendur tú framman fyri nøkrum kuffertum, meðan á vegginum verður filmur sýndur við fólkum, sum veittra úr einum spøkilsistoki. Úr hátalarunum rungaðu jarnhjólini móti jarnlunnunum.

Kuffert við tokpallin, og tokini fúka framvið.

Kuffert við tokpallin, og tokini fúka framvið.

Nógvir norðurlendingar vórðu førdir í teimum sokallaðu spøkilsistokunum suður til Padborg, og haðani til týsku týningarlegurnar.

Uppi undir loftinum hongur nasistaflaggið og við síðuna av hanga skiftandi myndir av monnum, sum sótu í týningarlegum.

Uppi undir loftinum hongur nasistaflaggið og við síðuna av hanga skiftandi myndir av monnum, sum sótu í týningarlegum.

Himmler gjørdi avtalu í apríl í 1945, at teir hvítu bussarnir sluppu at føra fangarnar til Danmark og Svøríki.

Ein, ið koyrdi við teimum hvítu bussunum.

Ein, ið koyrdi við teimum hvítu bussunum.

Sjúkurnar og tann ógvusliga sjón, sum teimum møtti, sum fóru við teimum hvítu bussunum vóru ikki tespiligar. Fangarnir í týningarlegunum høvdu allar møguligar sjúkar, og vóru hungraðir. Læknar og sjúkrasystrar høvdu mat og læknaútgerð við í bussunum.

IMG_2449

Á framsýningini stóð eins feltsong frammi, har allar sjúkarnar vórðu varpaðar á, sum fangarnir høvdu. IMG_2453

Danskarar vórðu hertiknir uttan stórvegis mótstøðu. Mótstøðurørslan í Danmark gjørdi sítt til, og tey royndu at geva týskarum ein skarpan gang. Hetta broti úr krígssøguna hevur kanska ikki so nógv at siga í tí stóru heildini, men hetta er ein stoltur arvur, sum her verður sýndur fram.

IMG_2454

At enda er ein kjaksending í einum sjónvarpi, har spurningurin, um vit í dag eiga at gjalda loysigjald fyri fólk, sum verða tikin móti egnum vilja. Við hesum verður søguliga hendingin við teimum hvítu bussunum førd upp í samtíðina og allar teir danskarar, sum verða tiknir við eysturstrondina á Afrika. Her eru nakrir stuttir heimildarfilmar um teir hvítu bussarnar.

Er nakar yrkjari, sum hevur verið merktur av týningarlegum og tí týsku útruddingarmaskinuni undir Seinna Heimskríggi, so er tað Paul Celan. Hann skrivar soleiðis um ikki at tiga.

Tala eisini tú

Tala eisini tú,
tala sum tann seinasti,
sig títt, tú.

Tala –
Men skil ikki nei í frá ja.
Og gev talu tíni meining:
gev henni skuggan.

Gev henni nóg stóran skugga,
gev henni so mikið nógv
sum tú veitst vera um teg ímillum
midnátt og middag og midnátt.

Hygg teg so um:
hygg hvussu tað livnar rundan um teg –
Í deyðanum! Livnar!
Satt talar hann, sum skuggan talar.

Men nú tódnar staðið, tú stendur:
Hvagar nú, skuggaleysi, hvagar?
Uppeftir. Tak fram fyri teg.
Klænri verður tú, ókenniligari, fínligari.
Fínligur: ein tráður, sum stjørnan
sígur niður eftir:
at flóta í neðra, niðriundir,
har hon sær seg sjálva glógva: í innsúgi
av treðandi orðum.

Paul Celan

Heðin M. Klein týddi

OMR

Posted in: ikki bólkað