Freistin at lata inn tilfar til Vencil 16.

Posted on 27 Juli 2015

0


Nú nærkast til at freistin er farin at lata inn nýtt tilfar til Vencil nummar 16.

Soleiðis gert tú, tá ið tú skalt senda inn tilfar.

Øll kunnu senda inn tilfar til Vencil, og tað kann gerast alt árið runt.

Tíðarfreistini er 1. august.

Treytirnar fyri upptøku er, at talan er um skaldskap á bundnum ella óbundnum máli, uppíroknað essays, ella stutt ummælir av nýggjari føroyskum skaldskapi, og at tað er væl og virðiliga arbeitt ígjøgnum og stórt sæð liðugt, áðrenn tað verður sent okkum.

Teksturin, sum verður sendur inn skal verða sendur teldutøkur á til vencil@vencil.fo, saman við kontonummari og P-tali.

Síðani gera vit viðmerkingar til tekstin og senda hann aftur, so at høvundurin kann arbeiða tekstin lidnan.

OMR&AÓD

Posted in: ikki bólkað