Septemberluft

Posted on 15 september 2015

0


Málningur: Bárður Jákupsson

Málningur:
Bárður Jákupsson

Septemberluft

Klárleikans ósjónliga súla
stendur stinn í rúminum.

Einstakir fuglar flúgva
gjøgnum kvirruna.

Eitt súrepli dettur av
eini vátari svartari grein.

Bløð glíða eftir liðini
gjøgnum rúmið og prika ein løtu
hol á útsýnið
úr vindeyganum, sum er
opið sum ein slúsa

móti svalligu septemberluftini,
sum er sum spritt móti húðini.


Bløð detta gjøgnum
skæra rúmið …

Robert Corydon

Oddfríður Marni Rasmussen týddi

Advertisements
Posted in: ikki bólkað