Fjarstýrd alt lívið

Posted on 23 Oktober 2015

0


Unknown

Skaldsligt ummæli eftir Oddfríð Marna Rasmussen

Klapp!

Træið klamsar saman.

Filmurin hurrar í tólinum. Myndatólið flytir seg frá einum ókenniligum andltið, sum vit føla á egnan kropp, eygleiðir rørslur, lutir, greinar fingrar, hár, eygu og jarn, teppi, kuffert, trappur, litir, lond, vikubløð … grátt, blátt .. gráblátt.

Katrin Ottarsdóttir hevur givið sítt næsta yrkingasavn út. Messa fyri einum filmi, eitur tað. Her er bæði upptøka og upptak og messur fyri frásøgnini. Heitið er heilagt, ein menniskjamessa. Heitið er skapandi, ein filmur. Mentanargrunnur Studentafelagsins hevur givið út savnið, og Hugin Eide hevur lagt permuna til rættis.

So hvørt sum eyguni avmynda bókstavirnar, orðini, setningarnar, yrkingarnar, so varnast tú, at tú situr og heldur andanum, tú varnast, at tú onkuntíð situr og endurskoðar teg sjálvan, og lív títt higartil. Tú varnast, at tú má leggja bókina frá tær, tí at hetta gerst ov nógv: orðmyndirnar klekjast og flúgva sum ørir rovfuglar og vilja út, tí at høvdið, sannkenningin og eg, vit klára ikki klórini. Soleiðis endurskoðar tú teg sjálvan í orðunum, setningunum, myndunum, yrkingunum – tær løða og skjóta og raka teg og hála kenslurnar út gjøgnum húðina.

Katrin hevur við hesum yrkingasavninum megnað at skriva eitt tíðandi verk í føroyska yrkingaheiminum. Messa fyri einum filmi er fleiri ferðirnar betur enn fyrsta savn hennara, Eru koparrør í himmiríki.

Savnið er býtt sundur í fimm partar. Vit byrja í tí (ó)heimliga og umvegis vikubløð og bumbur í spæli og álvara vingla vit út í heim – út í Evropa. Í tí (ó)heimliga brenna jólatrøðini í báðum endum, og eldur er í, og ongin torir at sløkkja, ongin torir at handla. Atgerðarloysi er fullkomið, um so talan er um barnið, sum óhjálpið filmar lívið, tað er ein partur av og dømt at liva í, ella um børnini í vietnam og hópdrápið 16. mars 1968 í My Lai. Brot á eitt menniskja er altíð eitt brot á menniskjað. Glottin hómast í einum frynsastivla ella einum túri, men glottin er ikki varandi.

Atgerðarloysi kemur, tá ið menniskjað verður fjarstýrt. Summi menniskju megna at bróta út, megna at síggja lívið sum ein pallmynd og greina tað og læra sjálv at stýra lívinum – at vera linsan sjálv.

Posted in: ikki bólkað