Leiftrandi heikur

Posted on 26 oktober 2015

0


3445

Hvat kyn er haiku? Eitur tað eitt haiku ella ein heika ella ein heiku? Sprotin sigur eitt. Bøkur siga okkurt annað. Eg veit ikki, men í nýggja savninum, Leiftrandi lotusblóma, sum Agnar Artúvertin hevur týtt, har verður haiku stavað heiku, og hjá honum er tað kvennkyn. Sjálvur vildi eg sagt, at talan var um eitt haiku. Hvørkikyn. Hvussu er og ikki.

Ymiskt er.

Í hesum ummæli, skrivi eg kvennkynsorðið hjá Artúvertin.

Ein heiku ella heika.

Fleiri heikur.

Leiftrandi lotusblóma er savn við týddum heikum. Heikurnar eru eftir fremstu heikuskøldini í Japan, sum upp gjøgnum tíðirnar, serliga seinast í 18. øld og fram í 20. øld, hava ríkað japanarar og okkum í vesturheiminum við heikum sínum. Tað er forlagið Gwendalyn, sum hevur givið út bókina, og Anna Malan Jógvansdóttir, sum hevur málað permuna.

Og nú eru tær komnar til Føroya, skrýddar føroyska málið.

162 heikur eru komnar til Föroya.

80 heikur eftir Matsou Basjo. Hesin Basjo var sagdur at vera upprunin til heikuna. Hesin heikuyrkjarin er upprunin til mætu yrkingina um reyðu trillubøruna eftir William Carlos Williams:

So nógv veldst
um

eina reyða hjálbøru
glinsandi

av vætu
millum

hvítan
flogfenað

Alexandur Kristiansen týddi

Ein avgomul tjörn.
Ein froskur leyp í hana –
So hoyrist vatnið.

Kobajasji Issa skrivaði okkurt um 20.000 heikur. Artúvertin hevur týtt 24 teirra. Hesar heikur dámar mær best. Lagna Issa var hörð. Hann misti konu, börn og hús og henda lagna sást í heikunum.

O tit heyststormar!
Sigið mær, hvagar, til hvønn
Helheim, leið mín fer!

Eisini eru 24 heikur eftir Josa Buson, 24 eftir Masaoka Sjiki, og at enda eru nøkur onnur heikuskøld. Artúvertin hevur bara týtt fá eftir hesi skøld.

Heikurnar eru væl týddar. Artúvertin hevur í summum førum klætt heikurnar í føroyskan staðarbúna, og hetta ger ikki so nógv. Eisini hevur hann aftast í bókini frágreiðingar um støð í Japan og orðingar, sum hava týdning at greiða lesaranum frá.

Savnið er kærkomið. Kemur sum ein hart tiltrongdur kossur inn í føroyskt. Vit hava ikki serliga nógvar týddar heikur á føroyskum, og tí hevur hetta tekstaslagið nærum ikki verið umboðað. Tó hava vit onkra hissini heiku slødda í onkrum søvnum, og yrkjarar sum Tóroddur Poulsen og Steinbjørn B. Jacobsen og Gurðið Helmsdal Poulsen hava roynt seg við hesum yrkingahátti.

Og tað er tað.

OMR

Advertisements
Posted in: ummæli, yrkingar