Browsing All Posts published on »november, 2015«

Loyv tær at leingjast eftir tí, sum tú hevur

november 30, 2015

0

  Vit kenna tey. Skøldini, sum skriva um sítt egna lív, sínar túrar í ymiskar – fyri flestu menniskju – ófrættakendar heimar. Summi koma afturíaftur, meðan onnur megna ikki at skipa tilveruna soleiðis, at tey hóra undan. Tey doyggja ov ung. Sylvia Plath hóraði ikki undan. William S. Burroughs hevði sín hátt at hóra undan. […]

Kim og Jóhan Martin

november 23, 2015

1

  D E S E M B U R M O R G U N S A V N Kim Simonsen & Jóhan Martin Christiansen Savn – tekstur: Kim Simonsen Myndir: Jóhan Martin Christiansen –   196 síður –     Kápumynd Jóhan Martin Christiansen Uppseting og sniðgeving Kim Simonsen Grafisk ráðgeving og eftirarbeiði: Ingi Joensen Rættlestur Eivind […]

Seinni dagur í bókment

november 22, 2015

0

So vóru bókadagarnir 2015 av. Eitt satt bókarok legði seg inn yvir Norðurlandahúsið leygardagin, og í dag um seks tíðina sleit í. Nógvir upplestrar. Nógvar samrøður við føroyskar og útlendskar høvundar – kanska ov fáar samrøður við føroysk skøld, men spennandi hevur verið at hoyrt tey ymisku skøldini oyst av sínum arbeiðsroyndum. Og bóklig sambond […]

Fyrsti bókadagur

november 21, 2015

0

Nú eru bókadagar í Norðurlandahúsinum. Tað er sum at sleppa einum drykkimanni leysum inni í rúsuni, sum at sleppa ein bummsvongum barni inn í ein bommhandil. Allastaðni eru bøkur at síggja. Fólk tosa um hesa bókina, um hasa bókina. Orðið er frítt. Nógv fólk funnu saman í bókarinnar navni. Sólrun Michelsen setti Bókadagarnar. Hon hugleiddi […]

Orð á ferð

november 21, 2015

0

Í hálkuni móti Ternuni. Skýmingin hevði lagt seg klokkan fýra. Anna Malan Jógvansdóttir lesur upp nýggjar yrkingar í salongini umborð á Ternuni. Anna Malan las umborð á Termuni klokkan 16:30. Tað bar til at lesa fyri rulli. Í turra mánalýsinium varð gingið niðan til Maggies. Fyrst las Vónbjørt Vang úr nýggjum og gomlum, góðum. Sissal […]

Atvent – fotoframsýning og bókaframløga

november 18, 2015

0

Í sambandi við at Gunnar Gunnarsson-stovnurin í Íslandi vitjar Bókadagar 2015, verður ein framsýning á Býarbókasavninum. Hetta eru myndir hjá íslendska fotografinum Sigurjón Pétursson, sum eru svart/hvítar fotomyndir av fjøllunum nærhendis Mývatni, og myndatalvur um høvundin Gunnar Gunnarsson og ritverk hansara. Fotografurin hevur fingið íblástur úr bókini Atvent eftir Gunnar Gunnarsson, sum forlagið Sprotin gevur […]

Yrkingar til París

november 14, 2015

0

Tað er skyldan hjá einum hvørjum menniskja, sum dugir at seta orð saman til eina meining, í hesum døgum at orðbera seg so ófatiliga neyvt um tað ófatiliga, sum hendi í París í gjárkvøldið. GLAS Og rúturin Sum øll hyggja inn gjøgnum Og út gjøgnum Sum skilir okkum Og sum ger At vit veruliga síggja […]

Skýmingarløta á Býarbókasavninum

november 9, 2015

0

Skýmingarløta á Býarbókasavninum. Evnið er vinalag. Í sambandi við Norðurlendsku bókasavnsvikuna verður Skýmingarløta. Evnið fyri 2015 er vinalag í Norðurlondum. Teksturin til ung er úr stuttsøgusavninum Skriva í sandin. Í savninum eru fleiri ymisk vinaløg, ið eru lýst úr ymiskum sjónarhornum. Tað er sum um, at øll kenna øll í Føroyum, men eingin veit alt. Marjun […]

Eg eri ein undirfloyma

november 5, 2015

1

Skaldsligt ummæli eftir Oddfríð Marna Rasmussen At geva út fyrsta yrkingasavn sítt er ræðandi. At geva út fyrsta yrkingasavn sítt er djarvt. At geva út fyrsta yrkingasavn sítt, fert tú altíð at angra eitt sindur. At geva út fyrsta yrkingasavn sítt er altíð ein byrjan. Langt er ímillum deputsøvnini. Og kvinnurnar tykjast at hava hertikið […]