Eg eri ein undirfloyma

Posted on 5 November 2015

1


_MG_8017_FD

Skaldsligt ummæli eftir Oddfríð Marna Rasmussen

At geva út fyrsta yrkingasavn sítt er ræðandi.

At geva út fyrsta yrkingasavn sítt er djarvt.

At geva út fyrsta yrkingasavn sítt, fert tú altíð at angra eitt sindur.

At geva út fyrsta yrkingasavn sítt er altíð ein byrjan.

Langt er ímillum deputsøvnini. Og kvinnurnar tykjast at hava hertikið føroyska bókmentaheimin.

Í vár gav Anna Malan Jógvansdóttir út sítt fyrsta yrkingasavn út á Mentanargrunni Studentafelagsins.

Tíbetur er savnið ikki langt, men stutt og væl umboðandi fyri ein spírandi yrkjara. Tó er Anna Malan ikki bara yrkjari. Hon er, sum tey flestu ungu nú á døgum, fjøllistafólk, sum ikki bara sættast í einari listagrein, men sum má úttrykkja seg á fleiri listapøllum. Tí síggja vit í hesum savninum ein yrkjara, sum hevur skrivað yrkingarnar og myndprýtt yrkingasavnið við permumynd og skreytmyndum.

Heitið á yrkingasavninum, Undirfloyma, er ikki at finna í orðabókum. Hetta er smíðað orð, sum kann merkja undirstreymur, ella at undirfloyma – alt tað sum liggur undir skónini, og sum rennur í stríðum streymi.

Savnið er býtt sundur í tríggjar partar.

Myrkur

Hav

Glas

Í myrkrinum eru myndir, sum bylgjast og karva ljósið sundur. Kjarnur goysa og verða til stein. Okkurt livnar og annað doyr. Vit ferðast inn móti deyðanum, sum er myrkur og semist ikki við gleðina. Allatíðina er okkurt sum er á veg inn móti tí myrka, sum borar seg inn í niðuna. Allatíðina er egið við at rotna og hvørva, gerast ein partur av náttúrunnar myrka gapi, til alt spreingist út í æðrar og endaleysan, myrkan frið.

Í havinum er sama upploysn. Tarin sum rotnar í havinum, er blaðið av trænum, sum rotnar í evjuni. Og mitt í øllum er egið. Vónleyst og havandi í huga havið, so er tað tungt at bera sorg. Sum at lyfta hav, er tað. Til minnini lita alt reytt og fara út á hav og hvørva í djúpa myrkrinum.

Ígjøgnum glasið sást myrkrið. Havið er so glaskent sum ljósið vil hava tað at verða. Rúturin er har, men er hann reinur, sást hann ikki, er hann skitin, sást hann. Men ongantíð er hann gullreinur. Tað skirvisliga harða, tað gjøgnumskygda, harða, tað sjónliga og fjalda, alt hetta er í glasinum. Náttin, vónin og húð úr glasið. Og sandurin undir iljunum og eldurin gevur glasinum lív.

Anna Malan Jógvansdóttir hevur givið út eitt heilt debutsavn. Yrkingarnar eru endurnýtsluyrkingar, har alt verður endurnýtt, verður brúkt aftur. Samspælið millum æðrakendu og sundurskeljaðu, vatndropakendu, bláreyðu myndirnar og persónligu og myndríku yrkingarnar er væl úr hondum greitt.

Tó hava øll, sum geva sítt fyrsta yrkingasavn út – og kanska næsta við – lyndi til taka taka tey stóru hugtøkini fyri givið. Lív og deyði og kærleiki og nógv annað gott hongur í loysum lofti. Unga menniskja hevur ikki fylt hugtøkini enn.

Soleiðis er tað bara.

Men ikki í hesari yrkingini.

Følvið, sum doyr

Døggin rennur niður eftir tí kalda glasinum,

dryppar niður á okkum,

meðan vit elskast so inniliga

fyri at halda kuldanum vekk,

men okkara kroppar eru gjørdir úr glasið,

so vit síggja,

hvussu skrvin kærleikin er,

tí hann doyr

sum eitt følv,

í somu løtu tað rakar jørðina.

Posted in: ikki bólkað