Skýmingarløta á Býarbókasavninum

Posted on 9 november 2015

0


Skýmingarløta á Býarbókasavninum. Evnið er vinalag.

reading

Í sambandi við Norðurlendsku bókasavnsvikuna verður Skýmingarløta.

Evnið fyri 2015 er vinalag í Norðurlondum. Teksturin til ung er úr stuttsøgusavninum Skriva í sandin. Í savninum eru fleiri ymisk vinaløg, ið eru lýst úr ymiskum sjónarhornum. Tað er sum um, at øll kenna øll í Føroyum, men eingin veit alt.

Marjun S. Kjelnæs lesur upp úr bókini Skriva í sandin mikudagin 11. november kl. 19.30. Aftaná hevur Katrin Dahl Hanusson, sum onkur kanska kennir frá Røddini, samrøðu við rithøvundan.

Skriva í sandin er eitt stuttsøgusavn við tíggju søgum, ið ganga fyri seg í Tórshavn. Tíggju sera ymisk ungfólk greiða frá í hvør sínari stuttsøgu. Nøkur av hesum ungu møtast, men tey uppliva hendingarnar á ymiskan hátt. Vit hitta ung, ið standa framman fyri smáum og stórum avbjóðingum. Ein drongur er forelskaður í vinmanninum, men torir ikki at siga honum tað. Ein annar roynir at gera tað gott aftur eftir at hava skeldað sín besta vin. Ein genta berjist við etingarólag. Felags fyri søgurnar er, at vinalag og gott samband við onnur er umráðandi. Og at menniskju ikki altíð eru tað, sum tey tykjast í fyrstuni.

Marjun Syderbø Kjelnæs (f. 1974) er føroyskur rithøvundur. Hon er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur í Keypmannahavn, men býr nú í Føroyum og skrivar fulla tíð. Stuttsøgusavnið til ung Skriva í sandin (2010) vann barnabókavirðislønina hjá Nordisk skolebibliotekarforening í 2011 og var eisini í uppskoti til Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins í 2013. Hon hevur givið út bøkur fyri børn, ung og vaksin og hevur skrivað yrkingar, stuttsøgur og ein sjónleik.

Tiltakið er ókeypis og øll eru vælkomin.

Instagramkapping
Luttak í Instagramkappingini hjá Norðurlendsku bókasavnsvikuni.
Hvat merkir vinalag fyri teg? #NORDBIB15

1. Tak eina mynd av onkrum, ið lýsir, hvat vinalag merkir fyri teg. Tú kanst eisini taka eina mynd av einum tiltaki á Norðurlendsku bókasavnsvikuni, sum tú ert við til.
2. Legg myndina út 1 Instagram við #NORDBIB15
OBS! Minst ti at biðja um loyvi frá teimum, ið tú tekur mynd av.

Svenska Sara Lundberg (f. 1971) hevur gjørt ársins listaverk. Hon er myndlistakvinna, teknari og rithøvundur og hevur nomið sær útbúgving úr Stokkhólmi og Maryland í USA.

Býarbókasavnið

Tórshavnar kommuna

Niels Finsens gøtu 7, 100 Tórshavn
Tel 302030
http://www.bbs.fo

Advertisements
Posted in: ikki bólkað