Yrkingar til París

Posted on 14 November 2015

0


CTumrmDUAAAUtc9

Tað er skyldan hjá einum hvørjum menniskja, sum dugir at seta orð saman til eina meining, í hesum døgum at orðbera seg so ófatiliga neyvt um tað ófatiliga, sum hendi í París í gjárkvøldið.

IMG_0503

GLAS

Og rúturin
Sum øll hyggja inn gjøgnum
Og út gjøgnum
Sum skilir okkum
Og sum ger
At vit veruliga síggja
Hvørji vit eru
Er blóðdálkaður
Er myrkalagdur
Er ljóðtættur
Og báðumegin
Liggja kropslutir
Og undirskrivaðar avtalur
Og báðumegin
Anda vit í egnari hugmóð
Meðan myndirnar fúka
Sum lík runt í tonkunum
Og tey eru kanska tey einastu
Sum kunnu vaska rútin
Nøkurlunda reinan

Oddfríður Marni Rasmussen, 13. nov. 2015

csm_marjunsb_f3119a776f

Í MORGUN

Í morgun royni eg at sveipa
vitið í mjúkar gerandistankar

Í gjárkvøldið rann blóðið frá
einum øðrum heimsparti inn
í gøturnar í Europa

Í morgun vekja børnini meg, og
siga at tað er ljóst úti, at tað tíð
at vakna.

Í gjárkvøldið tók myrkrið tak
um kvørkrarnar, og trýsti ein
hvassan kýla inn í solar plexus.

Í morgun biður skíggin meg
biðja og hata og fyrigeva og
kempa.

Í gjárkvøldið varð menniskja
aftur eitt ódjór, og djórið í mær
flensaði allan menniskjaskap
sundur við brýndum tonnum.

Í morgun royni eg at opna
dyrnar inn til hjartað, og lata
vónirnar streyma inn sum
flóttar.

Marjun Syderbø Kjelnæs 14. nov. 2015

IMG_3044

ONGIN

Ongin kom
við sjálvvirkandi
deyða í dreymum
sínum og tømdi
teir inn gjøgnum
elskandi eygu teirra
góðvarnu
eitt kvøld í Paris

Ongin sá
sítt upphavsins
ákall av himni
tagna fyri gráu
føtur sínar í
fjarandi skygni teirra
ásttiknu
eitt kvøld í Paris

Ongin sigraði
á sárkaðu
sál síni og kvølum
frá ævigum eftirljóði
av koyrli og
píndari ásjón teirra
eymkandi
eitt kvøld í Paris

Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð, 14. nov. 2015

jesina

Døkkreyðar-greinar

0c58bbc

Hetta var so tað

Hetta var dagurin,
tá ið lívsins fylgi møtti deyðans fylgi.
Lívið í náttini er vorðið deyðans nátt.

Hetta var løtan,
tá ið brøðralag reistist móti brøðralagi,
og brøður vóru teir, sum lógu eftirá.
Hetta er harmurin,
tá ið tú stendur eftir við einum sári í lívinum,
einum sári, sum kanska aldri verður heilt.

Hetta er óttin,
tá ið tað, tú bygdi á, varð gjørt ótrygt.
Hvat nú, spyrt tú og leitar eftir eini slóð.

Hetta er tøgnin,
tá ið tú ikki eigur orð fyri tað, tú vilt bera fram,
tá ið óvissan er tað einasta vissa.

Hetta var so tað.

Hans Erik Hansen, 14. nov. 2015

paul-eluard

Frælsi

Í tey gomlu stílaheftini
Á borðini og í tröini
Á sandin og í kavan
Skrivi eg títt navn

Á hvörja síðu eg las
Á hvört óskrivað blað
Á stein í blóð á ark ella í ösku
Skrivi eg títt navn

Í gullvovnar ímyndir
Á hermansins vápn
Á krúnurnar hjá kongum
Skrivi eg títt navn

Í frumskógin í oyðuna
Í reiðrini og runnarnar
Í barndómsins bergmál
Skrivi eg títt navn

Í undrini í náttini
Í tað hvíta breyði av degi
Í fríggjaðar lötur
Skrivi eg títt navn

Á allar mínar bláu spjarrar
Á hyljareygað sólhýggjað
Á vatnið av livandi mána
Skrivi eg títt navn

Á eingirnar á sjónarringin
Á veingirnar á fuglunum
Og vindmillu skugganna
Skrivi eg títt navn

Á hvört degningsfleyr
Á havið á bátarnar
Á fjöllini steinsvök
Skrivi eg títt navn

Í bláman av skýggjunum
Í sveittan av storminum
Í regnið grovt og fölt
Skrivi eg títt navn

Í tey glitrandi skapini
Í klokkurnar av litum
Í evnislig sannindi
Skrivi eg títt navn

Í tær vaknaðu slóðirnar
Á teir útbreiddu vegirnar
Á stöðini sum ongantíð teljast
Skrivi eg títt navn

Á lampuna sum lýsir
Á ljósið sum er slöknað
Á hús mítt endursamt
Skrivi eg títt navn

Á tað í helvt skornu fruktina
í speglinum og í stovuni
á tað tómu skelina av songini
skrivi eg títt navn

Á hundin glúpskan og tekkan
Á tey aktandi oyruni
Á tað tey neyðarsligu beinini
Skrivi eg títt navn

Á helluna við dyr mínar
Á hvat meinkunnugt sum er
Á eldsins halgaðu aldur
Skrivi eg títt navn

Á alt samljóðað hold
Á ennini á vinum mínum
Á hvörja framrætta hond
Skrivi eg títt navn

Á glasið um alt ið kom óvart
Á tær gáandi varrarnar
Högt uppi yvir tögnini
Skrivi eg títt navn

Á míni herjaðu skjól
Á mínar niðurdotnu vitar
Á mínar lívsleiddu veggir
Skrivi eg títt navn

Á longsulsleysan miss
Á tað köldu einsemi
Á tráðgongu deyðans
Skrivi eg títt navn

Á afturfingna heilsu
Á afturumlidnan vanda
Á ta minnisleysu vón
Skrivi eg títt navn

Og upp á hetta eina orðið
Fekk eg lívsviljan aftur
Eg varð borin til at kenna
Til at nevna teg
Frælsi

Paul Eluard (1895-1952)

Carl Jóhan Jensen týddi

Wis_awa_Szymborska

Yvirgangsfólkið, tað hyggur

Bumban fer at bresta í barrini tjúgu minuttir yvir eitt.
Nú er hon bara sekstan minuttir yvir.
Onkur afturat nær enn at koma,
onkur annar at fara.

Yvirgangsfólkið er longu hinumegin vegin.
Henda fjarstøðan vejir frá meini
og sært tú, soleiðis fer leikur fram:

Ein kona í gulum jakka fer inn.
Ein maður í myrkum brillum fer út.
Sekstan minuttir yvir og fýra sekund.
Tann minni av teimum er heppin, fer á skutaran,
men tann størri maðurin fer inn.

Seytjan minuttir og fjøruti sekund.
Ein genta gongur framvið, eitt grønt band í hári hennara.
Men hasin bussurin fjalir hana knappliga.
Átjan minuttir yvir.
Gentan hvarv.
Var hon nóg býtt at fara inn, ella var hon ikki.
Vit fáa at síggja, tá ið tey bera líkini út.

Nítjan minuttir yvir.
Ongin annars sær út til at fara inn.
Og hinvegin, so fer ein feitur, skallutur maður út.
Men sær út til at róta í lummunum og
tíggju sekund í tjúgu minuttir yvri eitt
vendir hann við aftur eftir sínum forbrendu handskum.

Nú er hon tjúgu minuttir yvir eitt.
Tíðin, sum hon fer.
Gamaní er tað nú.
Nei, ikki enn.
Jú, nú.
Bumban brestur.

Wisława Szymborska (1923-2012)

Oddfríður Marni Rasmussen týddi úr enskum

 

517253679_640

Fongurin  

Eitt gisnað áttamannafar var flotað í skýmingini

Og ljóðleyst rør í høvuðsstaðar gøtum

Slotar eftir fongi

Fongur er í blóði

Fongur er í ræðslu

Fongur er í øsing

Fongur er í hatri

Fongur er í deyða

 

Hendan fong

fingu teir í nátt

Ein fongur

Ið einans hvørvur

Í lýsing

 

Annika Skaalum, 13. nov. 2015

 

Posted in: ikki bólkað