Fyrsti bókadagur

Posted on 21 November 2015

0


Nú eru bókadagar í Norðurlandahúsinum. Tað er sum at sleppa einum drykkimanni leysum inni í rúsuni, sum at sleppa ein bummsvongum barni inn í ein bommhandil. Allastaðni eru bøkur at síggja. Fólk tosa um hesa bókina, um hasa bókina. Orðið er frítt.

IMG_8539

Nógv fólk funnu saman í bókarinnar navni.

IMG_8548

Sólrun Michelsen setti Bókadagarnar. Hon hugleiddi um tað at fara út í verðina við sínum bókum, og hvønn týdning slíkt hevur.

IMG_8544

Sif Gunnarsdóttir heldur røðu.

IMG_8554

Bókhandlarafelagið skrivaði út eina skaldsøgukapping fyri einum ári síðani. Klokkan eitt í dag varð so almannakunngjørt, hvør vinnarin varð. Marna Jacobsen lesur grundgevingina upp fyri skaldsøguvinnaran.

IMG_8553

Kári Árting og abbadóttirin.

IMG_8558

Kári Árting og Marjun Syderbø Kjelnæs vann skaldsøgukappingina, og ótrúliga spennandi verður at lesa.

IMG_8557

IMG_8559

Marjun sigur nøkur orð, nú hon vann skaldsøgukappingina og eina væl uppiborna peningaupphædd á 50.000 krónur.

IMG_8546

Tey sita og lurta.

IMG_8561

Næmingar av Føroya Fólkaháskúla høvdu prýtt athøllina. Tað var ógvuliga forkunnugt at ganga millum orðini, ið har hingu.

IMG_8562

Sjónvarpsinstallatiónir vóru eisini at síggja.

IMG_8563

IMG_8549

Áhugaðir áhoyrarar.

IMG_8560

IMG_8565

Pia Juul og Sólrun Michelsen í djúpari samrøðu við Berg Djurhuus Hansen.

IMG_8568

Eisini var grønlendska, Niviac Kroneliusen við í samrøðuni.

IMG_8564

IMG_8545

IMG_8543

The Grand Old Man í føroyskum sjónleiki. Nýtt flog hevur hann altíð havt.

 

Posted in: ikki bólkað