Seinni dagur í bókment

Posted on 22 November 2015

0


So vóru bókadagarnir 2015 av. Eitt satt bókarok legði seg inn yvir Norðurlandahúsið leygardagin, og í dag um seks tíðina sleit í.

Nógvir upplestrar. Nógvar samrøður við føroyskar og útlendskar høvundar – kanska ov fáar samrøður við føroysk skøld, men spennandi hevur verið at hoyrt tey ymisku skøldini oyst av sínum arbeiðsroyndum. Og bóklig sambond vórðu knýtt, eisini.

IMG_8602

Aftur í dag tustu fólk til bøkurnar.

IMG_8573

Anna Malan Jógvansdóttir lesur upp av yrkingasavninum: Undirfloyma.

Skaldsligt ummæli av savninum er at lesa herIMG_8592

IMG_8594

Carl Jóhan Jensen hevur samrøðu við íslendska rithøvundin, Oddný Eir Ævarsdóttir. Hon hevur skrivað bókina Jarðnáðir, sum Carl Jóhan Jensen hevur týtt til føroyskt. Sprotin hevur givið út.

IMG_8575

Carl Jóhan Jensen millum seyðabøkur og svølt.

IMG_8582

Venjarin hjá HB hevði eisini leitað sær til bøkurnar.

IMG_8576

Arnbjørn Ó. Dalsgarð ger seg kláran at lesa upp.

IMG_8579

Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð lesur upp úr stuttsøgusavninum, So hon starir inn í veggin, sum Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur givið út.

IMG_8595

Í Klingruni signeraðu rithøvundar bøkur sínar.

IMG_8596

IMG_8597

IMG_8622

IMG_8608

Oddfríður Marni Rasmussen lesur upp haiku úr minstu bókini í ár: Av heilum hjarta.

IMG_8614

IMG_8610

IMG_8616

IMG_8601

Ymiskar bøkur úr farnari tíð vórðu sýndar fram.

IMG_8590

Dansistovan var umskapað til børnini at kava niður í bøkurnar.

IMG_8598

Niðri í Klingruni gjørdu børn gandastavar.

IMG_8617

Skøld og forleggjari á brúnni.

IMG_8612

Høvuðsskaldið, Carl Jóhan Jensen, lurtar við fullari ferð.

 

IMG_8623

IMG_8615

IMG_8572

Og soleiðis fingu hesir bókadagar 2015 ein enda. Vit gleða okkum til næsta ár.

Posted in: ikki bólkað