Kim og Jóhan Martin

Posted on 23 November 2015

1


Kim_perma

 

D E S E M B U R M O R G U N

S A V N

Kim Simonsen
&
Jóhan Martin Christiansen

Savn – tekstur: Kim Simonsen

Myndir: Jóhan Martin Christiansen

–   196 síður

–     Kápumynd Jóhan Martin Christiansen

  • Uppseting og sniðgeving Kim Simonsen
  • Grafisk ráðgeving og eftirarbeiði: Ingi Joensen
  • Rættlestur Eivind Weyhe
  • Forlag: Mentanargrunnur Studentafelagsins.
  • Prent: Føroyaprent
  • Pappír: 100 gram Munken & 230 gram Carta Elega
  • Stavsnið: Minion Pro & Adobe Caslon Pro
  • ISBN: 978-99918-75-35-4
  • Kostnaður: 280 KR

 

Desemburmorgun er eitt serligt yrkingasavn og eitt “bókaobjekt”, har sjálv bókin er partur av “verkinum”. Savnið eitt konseptuelt yrkingasavn har yrkingar, tekstir og list er gjørd til savnið sum eitt samarbeiði millum konseptlistamannin Jóhan Martin og yrkjaran Kim Simonsen.

Verkætlanin

Desemburmorgun er ein kanning av einum mánaði, av desembur – mest í Føroyum av stormum, frosti, av hvussu myrkrið yvirtekur og dagurin minkar burtur í einki.

 

Havbotnurin og sandurin
har tann livandi tarin
flytur seg í slow-motion,
aftur og fram sum sveiggjaði hann í vindi,
bíðar eftir fyrsta morgninum við svartakálki.
Náttarfrost sum skal leggja seg rundan um røturnar á trøunum,
krúpa eftir bulinum
sum eitt menniskja,
ið reisir seg aftur aftan á fallið.
Frostið skal glasera greinar.
Tey fáu bløðini sum eru eftir,
skulu detta tung til jarðar,
meðan vindurin skræðir í takrennur.

 

Aftur og aftur vendir yrkjarin aftur til hetta tema, ið er hvussu hendan tíðin kann sansast í mun til alt annað.

 

Fjøran er vát,
steinarnir eru hálir
av grønum tara,
ið veksur á teimum.
Eg taki upp í hondina av kúvingum
í tí reina sjónum.
Sparki ein fliðu leysa.
Millum tíðina og taran
í dimmalættingini
fer morgunin í gongd
sum ein koppað spann,
eitt opið portur,
ein gomul sjón
har svørt skip
sigla oman á havsins skógum av æti.

 

Desemburmorgun er konseptuel yrking, ið verður flutt yvir í náturyrking, ið ikki er heilt vanlig í føroyskum bókmentahøpi.

Við endurtøkuni noyðir høvundurin lesaran at merka, at sansa, soleiðis er inspiratónin handan savnið foto- og konseptlist, men eisini jassur og minimalistiskur tónleikur, ið endurtekur eitt tema við variatiónum.

Savnið arbeiðir við sansing av tí sum er her nú. Har egið í savninum ein mánað – í desembur – hevur kannað hvussu tíðin er, hvussu staðið og landslagið merkist objektivt. Listamaðurin Jóhan Martin Christiansen hevur gjørt tað sama, har hann hevur arbeitt við verkum, ið eisini eru um landslag. Repeated Passages. Hanging Landscapes er navnið á forsíðuverkinum hjá Jóhan Martin Christiansen.

Handan tankar um hvussu man kann sansa landslagið aftur og aftur, sum eitt bakstøði, kemur høvundin inn á aðrar kontekstar, diskursar, so sum list, økopoesi, poetik, hetta serliga í øðrum og triða parti, ið eita Terroir Vauge og Hyperobjekt.

 

Í 1992 misti eitt skip ávegis til USA úr Hong Kong tólv konteynarar,
ein av teimum innihelt 28000 gular plastikdunnur.
Síðani eru tær funnar um øll heimshøv,
flótandi á havsins streymi gera tær landgongd
á hvørja strond í heiminum.
Asptrøini ljóða altíð her.
Bløðini eru leys.
Plastikdunnur halda sær í 500 ár.
Eini 425 ár longur enn vit bæði.
Um øll høvini í heiminum flóta flokkar av gulum plastikdunnum.
Inni í ísinum í Antarktis sita gular baðidunnur.
Um 500 ár fara fornfrøðingar at skriva um okkum,
at vit tilbóðu plastik og at serliga tann gula plastikdunnan
var ein av okkara størstu halgidómum.

 

Tankar um at skapa, ið verða blandaðir saman við eymari lívssøgu, við kreppum og flyting millum lond, um at støðast og ikki at støðast. Hesar kanska, at síggja til, simplu yrkingar, um m.a. fryst bløð, landslagið, samleikan, tíðina og minni í mun til landslag, siga nakað um tey innari landsløgini, ið vit bera við okkum og um eitt kanska komandi nýtt tilvit um okkara leiklut í heiminum í dag.

Posted in: ikki bólkað