Browsing All Posts published on »desember, 2015«

Gleðilig venclajól

desember 24, 2015

0

Jólaaftan! Og í fyrstani var orðið. Orðini eru mong, sum falla, nú jólini endiliga eru komin. Summi byggja upp minni um jólini, onnur minnast við gleði aftur á jólini, sum eru farin, øðrum dámar als ikki jólini, tí okkurt var altíð, sum oyðilegði. Óansæð. Her eru nøkur orð um jólini, til jólini, frá jólunum. Tom […]

Vencil 16. við morði og brandi

desember 21, 2015

0

Hevði tað so bara verið við tí. Nei, nýggjasti Vencilin, hin 16. í røðini, er so fullur av tramanskapi og øðrum vandamiklum tilfari, at ritstjórarnir, fyri fyrstu ferð síðan Vencil Nr. 4 kom út í 2008, hava kent seg noyddar sjálvir at ávara lesaran longu á permuni: hesin Vencil er stutt sagt skaðiligur! Tað var […]

Desember í vindi

desember 5, 2015

0

Nógvur vindur er um alt landið. Tað mesta av norðuratlantshavinum er í einum roki. Sjálvandi er gott við onkrum yrkingum, sum kunnu svara aftur, nú Hann sigur frá vindi í morgin eisini. Vindurin skrykti í húsini fyri einari løtu síðani. Mánin sær um dagin. Kuldin søkkur niður á grasplenuna. Hvirlurnar toga í greinarnar, sum vóru […]

Grót lagt á Varðan

desember 2, 2015

0

Nú er tað alment. Nú er tað veruligt. Nú hevur Dorit Hansen (ættað úr Grótinum í Klaksvík) sagt í mentanarsendingini hjá Suna Merkisstein, at hon verður næsta grótið, sum verður lagt á Varðan, næsti ritstjórin á bókmentatíðarritinum, Varðin. Varðin hevur nógv ár á baki. Varðin er eitt tað týdningarmesta, sum er komið út á føroyskum. […]