Grót lagt á Varðan

Posted on 2 desember 2015

0


stock-photo-51747634

Nú er tað alment. Nú er tað veruligt. Nú hevur Dorit Hansen (ættað úr Grótinum í Klaksvík) sagt í mentanarsendingini hjá Suna Merkisstein, at hon verður næsta grótið, sum verður lagt á Varðan, næsti ritstjórin á bókmentatíðarritinum, Varðin.

Varðin hevur nógv ár á baki. Varðin er eitt tað týdningarmesta, sum er komið út á føroyskum. Varðin er skjótt 100 ára gamal, og er hann javnaldur við tíðarrit, sum hava flutt bókmentir úti í heimi. Tí er tað so ógvuliga týdningarmikið, at Varðin kemur út. Tí er tað ógvuliga týdningarmikið, at Dorit Hansen hevur játtað at taka á seg hetta týdningarmikla starv. Varðin hevur verið til at føtt føroyskar bókmentir.

Dorit sigur, at Varðin kemur út tvær ferðir um árið. Ein várvarði og ein heystarvarði. Ein blómuskrýddur Varði og ein kavaklæddur Varði.

Vit á Vencli ynskja Dorit Hansen hjartaliga til lukku við nýggja, týdningarmikla ritstjórnarstarvinum.

 

OMR/AÓD

Advertisements
Posted in: ikki bólkað