Vencil 16. við morði og brandi

Posted on 21 desember 2015

0


Vencil_16

Hevði tað so bara verið við tí. Nei, nýggjasti Vencilin, hin 16. í røðini, er so fullur av tramanskapi og øðrum vandamiklum tilfari, at ritstjórarnir, fyri fyrstu ferð síðan Vencil Nr. 4 kom út í 2008, hava kent seg noyddar sjálvir at ávara lesaran longu á permuni: hesin Vencil er stutt sagt skaðiligur!

Tað var annars ikki ætlanin, at Vencil 16. skuldi enda soleiðis. Satt at siga skuldi ongin Vencil 16. koma, tí avgerðin var tikin at leggja árarnar inn og gevast. Men so hendi tað, sum ongin hevði kunnað sæð fyri sær: við eitt stóðu tekstir í røð fyri at sleppa at verða lisnir í Vencili, og tá var onki annað at gera enn at rógva afturáaftur!

Sum hálvsagt longu er, so er hesin 16. í røðini fullur av tilfari, sum ikki so væl tolir dagsins ljós. Men dygdini feilar onki, og úrvalið av tekstum hevur ongantíð áður verið størri enn tað sama. Umframt søgur og yrkingar, eru eisini ein teknisøga, tvey kvæði, ein vísindagrein og ein sangur við  í hesum 176 síður langa Vencli.

Snýt ikki teg sjálva/-n fyri nýggjan dygdarskaldskap á føroyskum, nú jólini royna at lokka teg við øllum hugsandi syndigum innstøkkum og umlopsgerðum. Halt fast! Halt Vencil! Ella halt tær oman/niðan/yvir/út/inn í nærmasta bókahandil at keypa tær hann, antin til tín sjálvs ella til gávu, men minst til, legg hann ikki ov nær jólatrænum.

Vencil Nr. 16/2015, Innihaldsyvirlit >>

AÓD/OMR

Advertisements
Posted in: ikki bólkað