29. februar

Posted on 29 Februar 2016

0


Painting-a-Cow

Ein eyka dagur-

 

Sum fimta kúgvin í málninginum,

ið eyðsýnt hyggur út,

beint at tær,

innan úr sínum svørtu og hvítu blettum.

 

Ein eyka dagur-

 

Av óvart, sjálvandi,

tann tilgjørdi kalendarin snávar um tann rætta,

sum hin fulli snávar um gáttina

lágu, sum ikki sæst.

 

Ein eyka dagur-

 

Við næsta koppinum av svørtum kaffi.

Einari vinarligari men praktiskari telefonsamrøðu.

Einum aftursendum pakka.

Eitt sindur av eyka arbeiði, men ikki ov mikið-

einans eitt dagsverk aftrat.

 

Ein eyka dagur-

 

Ikki ólíkur rúminum

millum hurðina og durin,

tá eitt rúm er tendrað eitt annað ikki er,

og farið verður úr øðrum í hitt,

sum tá ein kvinna skiftir sjall.

 

Ein eyka dagur-

 

Óvanligur sum einhvør annar.

Og tó

er hann gávumildur

sum at lesa eitt bræv umaftur, tá avsendarin er deyður.

 

 

Jane Hirshfield

Bergur Rasmussen týddi

Posted in: ikki bólkað