Mest av øllum ræðist eg at doyggja mitt í einum setningi

Posted on 9 Mars 2016

0


LifeWriter06

Mest av øllum ræðist eg at doyggja mitt í einum setningi

 

Mest av øllum ræðist eg at doyggja
mitt í einum setningi.
Mest av øllum ræðist eg,
at setningurin doyr,
og at eg tí doyggi
mitt í einum
setningi. At orðini og gerðirnar eru
uppi. At alt endar,
tá ið eg doyggi mitt í einum setningi,
og ongin fær at vita,
hvat eg ætlaði at siga. At nervarnar
í útsøgnini verða kvettar av,
og at tey bara fáa hálvtalað orð,
at eg noyðist at síggja avleiðingarnar av mínum lívssetningi,
meðan eg liggi á rygginum upp móti himni
og eygleiði jørðina.

 

Mest av øllum ræðist eg at doyggja
mitt í einum setningi.
Mest av øllum ræðist eg tað.
Og tó!
Doyggja ikki øll menniskju mitt í einum setningi?
Eru vit ikki ein áhaldandi streymar av setningum,
har orð verða skift út,
og onnur sett ístaðin?
Er tað ikki soleiðis, vit skilja onnur orð?
orð úr vøtnum,
orð úr smílum,
orð úr speglum,
orð úr ravnum,
orð úr myrju,
orð úr grasið,
orð úr loti,
orð úr túsund flúgvandi andlitum,
og orð úr ivasomum setningum.

 

Mest av øllum ræðist eg at doyggja
mitt í einum setningi.
Mest av øllum ræðist eg,
at deyðin við sínum gandi
skræðir sálina úr teimum,
sum eg eri góður við,
og at hylkini liggja eftir,
sum orð við ongum hjátýdningum.
Fyrri liðurin í setninginum hevur lisið
seg gjøgnum heilakyknurnar,
meðan seinnu liðirnir hanga
út av sjónarringinum,
eru á veg út í rúmdina at sita á kjørbreyt.
Eg ræðist,
at fyrri liðurin onki sigur,
um ósagda seinna liðin,
og at tey, sum leita eftir
tí ósagda setninginum,
reika í óorðaðari óvissu.

 

Mest av øllum ræðist eg at doyggja
mitt í einum setningi.
Mest av øllum ræðist eg tað.
Yrkjarin, Jim Caroll sat ein miðal kaldan morgun
tann 11. september í 2009 og skrivaði eina yrking,
tá ið knappliga pannan dulisliga datt niður á pappírið.
Ljóðið av einum punktum
spjaddi seg um rúmið og síðani
kom ein tøtt, avbrotin tøgn.
Á pappírinum var skrivaður ein hálvur setningur,
og hin helvtin sat millum nikotingulu fingrarnar.
Morgunin gekk, og seinnapartin,
tá ið brandmenninir høvdu borið líkið út
og hurðin varð latin aftur,
fleyg pappírið við hálva setninginum á gólvið,
har hann lá og murraði og vendi sær,
sum ein ketta, sum spælir við eitt fúkandi pu
í ivasama ljósgeislanum.

 

Mest av øllum ræðist eg at doyggja
mitt í einum setningi.
Mest av øllum ræðist eg tað.
Øll tey menniskju,
sum onkursvegna ikki sjálv kunnu gera við, at tey doyggja.
Øll tey menniskju,
sum onkur annar drepur,
tey doyggja eisini mitt í einum setningi.
Drongurin, sum liggur sum lívleyst ræ í skóginum,
doyði eisini mitt í einum setningi.
Pápin, sum liggur undir liðini og tvíheldur um kalda kropp hansara,
doyði eisini mitt í einum setningi.
Horvna mamman doyði eisini mitt í einum setningi.
Maðurin í appilsingulu draktini,
sum varð hálshøgdur í oyðumørkini av einum svartklæddum bøðli,
doyði eisini mitt í einum setningi.
Gamla konan,
sum doyði av hjartaslag,
tá ið hon hoyrdi bumburnar í nánd vakja morgunin,
eisini hon doyði mitt í einum setningi.
Øll tey, sum lótu lív á havinum,
í luftini, á vegunum, í fjøllunum,
í heiminum.
Øll fólkamorðini,
tey mongu, sum vórðu avrættað
í My Lai,
Holocaust,
í Rwanda,
í Gulag-legunum,
og sum liggja í ókendum hópgravum,
tey doyðu eisini mitt í einum ókendum setningi.

 

Mest av øllum ræðist eg at doyggja
mitt í einum setningi.
Mest av øllum ræðist eg,
at lívið alt sum tað er
er ein setningur,
og summi doyggja mitt í lívssetninginum,
mitt meðan tey liva,
verður tann setningurin,
tey settu sær fyri at gera lidnan,
kvettur av.
Eg ræðist,
at óttin fyri at gerandisdagurin brotnar
sum ein setningur, og verður til okkurt
har lív ikki rættiliga er,
men bara kan ímyndast.

 

Mest av øllum ræðist eg at doyggja
mitt í einum setningi.
Mest av øllum ræðist eg tað.
Kvøldarsetningurin er hálvur,
og nógv er eftir at gera. Og tá
verður setningurin avbrotin.
Grundsetningarnir eru altíð har,
eru ikki til at bróta
eru ikki til at fylgja,
eru ikki til at prógva,
eru ikki sandur undir iljunum,
eru ikki iljar, ið riða kroppin,
eru ikki skelvandi knø,
eru ikki vamlið, sum slær í bringuni,
eru ikki munnurin, sum mælir fyri tíðini
eru ikki tankar,
men eru samfeldið av øllum, eg sigi og geri.

 

Mest av øllum ræðist eg at doyggja
mitt í einum setningi.
Mest av øllum ræðist eg,
at eg ikki fari at uppliva menniskju eldast,
gøtur broytast,
býir mennast,
hugburðir syndrast,
handtøk knirka,
at eg ikki fari at taka skeivar avgerðir,
at minnini um skeivu avgerðirnar fara at hvørva.
Mest av øllum ræðist eg
ikki at vera til,
at eg bara eri ein óskipaður hjartasláttur
í livandi lívi,
har lívsræðslan er tann,
sum heldur penninum
til blekkið er stadnað.
At eg fari at standa og hyggja
konu mína djúpt inn í eyguni,
men hon fer ikki at síggja meg,
at eg fari at hoyra synir mínar tosa,
og tá ið eg svari aftur,
hoyra teir ikki meg.
Alt hetta ræðist eg.
Alt hetta og nógv meir,
men
mesta av øllum ræðist eg
at doyggja
mitt
í
einum
setningi.

 

Mesta av øllum
ræðist eg
tað.

 

Oddfríður Marni Rasmussen

 

 

 

 

Posted in: ikki bólkað