ÝL

Posted on 25 Mars 2016

0


220px-HowlAndOtherPoems

Henda dagin í 1955 skuldi City Lights Bookstore geva út bókina hjá Allen Ginsberg: Howl & other poems. Nógv yrkingasøvn hava verið givin út gjøgnum ár og dag. Fleiri teirra við góðum skoðsmáli og onnur við heldur lakum skoðsmáli. Hetta savnið, sum er ógvuliga lítið í stødd og ikki eru síðutølini nógv heldur, mátti prentast í Onglandi, tí at ongin vildi prenta tað í USA. Henda dagin fyri 56 árum síðani varð hald lagt á 520 eintøk av savninum so skjótt, sum tað kom til USA, og Allen Ginsberg og forleggjarin, Lawrence Ferlinghetti (sum fylti 97 ár í gjár) vórðu handtiknir og ákærdir fyri at breiða skendskar og ljótar bókmentur, sum eggjaðu ungdómin til uppreistur og annan ólevnað. Báðir vórðu seinni frídømdir, og Howl & other poems varð givið út. Forlagið varð noytt at prenta 5.000 eintøk, tí at eftirspurningurin var so nógvur.

Framsagnarfrælsið hevur ongantíð havt so stóran týdning sum í dag, og mugu vit tala at, tá ið vit kunnu, og vit mugu tala at á rætta stað, og ikki gloyma, at við framsagnarfrælsi fylgir ábyrgd.

Her er meistarliga týðingin av “Howl”, sum Gunnar Hoydal týddi til tann fyrsta Vencilin, sum kom út fyri 10 árum síðani.

 

Ýl

Til Carl Solomon *

I

Eg sá teir bestu heilarnar í mínum ættarliði týndar av
ørskapi, úthungraðar vitleysar naknar,
draga seg gjøgnum nekaragøtur í lýsingini
leitandi eftir einum illum skoti av rúseitri,
kloddafyl við einglasnýði brennandi eftir tí avgamla himmalska
sambandinum við stjørnuorkuna í øllum dukandi náttartólum,
sum í armóð og spjarrum og innoygd og rúsað sótu
uppi og royktu í tí yvirjarðiska myrkrinum í
íbúðum við køldum vatni og flutu út yvir býartindarnar,
hugsokkin í jazztónar
sum løgdu sínar heilar berar fyri himmalinum undir hábreytini og
sóu muhammedanskar einglar vingla ljósbornar avstað eftir tekjunum á niður-
undirkomnum leiguhúsum,
sum fóru gjøgnum hægri lærustovnar við lýsandi eygum,
gyklandi fyri sær Arkansas og Blake-kendar sorgarleikir
millum lærdar menn, serkønar í kríggi,
sum vórðu burturvíst úr listaskúlum fyri ørskap &
fyri at skriva fúl fagnaðarkvæði á gluggarnar í
skallanum,
sum ringdu seg saman í órakaðum rúmum í undirklæðum og brendu
sínar pengar í ruskíløtum og lurtaðu
eftir Ræðsluni gjøgnum veggin,
sum fingu fótin í kynsskeggið á veg heim úr
Laredo við einum belti av marihuana at lata New york,
sum svølgdu eld í sminkaðum gistingarhúsum ella drukku terpentin í
Paradise Alley, deyðanum, ella sendu sínar
kroppar gjøgnum reinsanareldin nátt eftir nátt

við dreymum, við drøggi, við vaknandi marrum, rús-
drekka og snilli og endaleysum reyvríðingum,
einastandandi blindgøtur av skelvandi skýferð og
snarljósi í heysinum, leypandi móti pólunum á
Canada & Paterson, lýsandi upp allan stirnaða heimin av Tíð ímillum,
sterkt bygdar Peyotehøllir, bakgarðsgrøn trø í kirkjugarðs-
lýsingum, vínrúsur yvir húsamønum,
framsíður í handilsbýum á telitaðum skemtiferðum við neon-
blunkandi ferðsluljósum, sól og máni og greina-
skjálvtar í vetrarskýmingini í Brook-
lyn, ruskílatamøsn og góður ljóslætti í sálini,
sum leinkjaðu seg við benzedrini til undirgrundartok á endaleysu
ferðini frá Battery til tað heilaga Bronx
til óljóðið av hjólum og børnum fingu
tey niður aftur, skelvandi munnoydd og
heilabukað, øll við burturrunnum flogviti
í tí dapra ljósinum frá djóragarðinum,
sum alla náttina sukku niður í undirsjóvarljós frá Bickford,
flutu burtur og sótu allan tann øldovna seinna-
partin í tí troystarleysa Fugazzi og lurtaðu eftir undirgangs-
brakinum frá vatndoyvdu jukeboksini,
sum tosaðu uttan steðg í hálvfjerðs tímar frá parkini til
kamarið til barrina til Bellevue til listasavnið til Brook-
lyn brúnna,
ein misfarin herdeild av platoniskum sussarum, sum lupu
niður í bjargingartrappur úr vindeygum
úr Empire State út av mánanum
møsnandi rópandi spýggjandi teskandi sannleikar
og minnisbrot og søgur og eygnaskemt
og skelkir av sjúkrahúsum og fongslum og kríggi,
við viti goystum úr sær klárvakin í sjey dagar
og nætur við glógvandi eygum, kjøt til
synagogurnar tveitt á gongubreytina,
sum hvurvu inn í ongastaðni zen New Jersey og løgdu eftir seg eina
slóð av tvítýddum postkortum av ráð-
húsinum í Atlantic City,

pínd av eysturlendskum sveitta og beinkrími úr Tanger og høvuð-
verki úr Kina undir rúsav-
venjingum í teimum slavnu hølunum í Newark,
sum mólu í klingur á midnátt í
jarnbreytargarðinum uttan at vita hvønn veg teir skuldu fara og fóru avstað
við ongum knústum hjørtum løgdum eftir seg,
sum festu sær í sigarettirnar í góðsvognum góðsvognum góðsvognum dundrandi
gjøgnum kava fram móti einsligum bóndagørðum í al-
faðirligari nátt,
sum granskaðu Plotinus Poe halgimennið Jóhannes á Krossinum tele-
pati og bop kabbalah tí at alheimurin av
sær sjálvum darraði undir fótunum í Kansas,
sum reikaðu einsamallir gjøgnum gøturnar í Idaho og leitaðu eftir fram-
sígnum indianskum einglum sum vóru framsígnir indianskir
einglar,
sum hildu seg bara vera ørar tá ið Baltimore
skygdi í ónatúrligari øsing,
sum lupu inn í limosinur við kinesaranum úr Okla-
homa, riknir fram av vetrarnátt við gøtu-
lyktum í bygdaregni,
sum válaðu svangir og einsamallir gjøgnum Houston
fyri at finna jazz ella sex ella súpan og fylgdu tí
gløgga spaniólanum fyri at tosa um Amerika
og Ævinleikan, ein vónleys ætlan, og fóru so við skipi til Afrika,
sum hvurvu inn í gosfjøllini í Meksiko og løgdu
einki eftir seg uttan skuggan av arbeiðsbuksum
og maðkaveruna og øsku av skaldskapi stroytt út yvir eld-

    staðin Chicago,
sum komu afturíaftur á vesturstrondini og kannaðu
FBI skeggvaksnir og í stuttbuksum við stórum pasifista-
eygum øsandi í myrkari húð handandi fólki ó-
skiljandi flogbløð,
sum brendu hol í armarnar við sigarettum og mótmæltu
tí narkotiska tubbaksmjørkanum av kapitalismu,
sum býttu út ovurkommunistiskar traktatir á Union
Square, grátandi meðan teir lótu seg úr og sirenurnar
í Los Alamos ýldu teir niður og ýldu
Wall niður og ferjan á Staten Island
ýldi eisini,
sum mistu nervarnar og grótu í hvítum fimleikahøllum naknir
og skelvandi framman fyri spælverkini í øðrum
beinagrindum,
sum bitu løgregluna í hálsin og nístu av gleði
í politibilum fyri onki annað brotsverk at hava gjørt uttan teirra
egna vilt kókandi dreingjaskrens og fyllskap,
sum lógu og ýldu á knæ í undirgrundstokinum og vórðu
hálaðir niður av takinum, meðan teir veittraðu við kynsgøgnum og hand-
ritum,
sum lótu seg mogga aftanífrá av heilagum
motorsúkklumonnum og skríggjaðu av frøi,
sum spiltu og blivu spiltir av hasum serafunum í mannalíki,
sjómonnunum, kín av atlantiskum og karibiskum kærleika,
sum ballaðust um morgunin og um kvøldið í rósu-
gørðum og á grasinum í almennum viðarlundum og
kirkjugørðum og slettu sítt sáð ókeypis til
hvønn sum vildi hava,
sum histaðu endaleyst og royndu at gnisa men endaðu
við at higsta aftan fyri ein skilavegg í einum turkiskum baði
tá ið tann ljósi & nakni eingilin kom fyri at stinga

    teir við svørði,
sum mistu sínar elskarar til tær tríggjar gomlu lagnugívrarnar
ta einoygdu gívrina við hinskyndum dollarum
ta einoygdu gívrina sum blunkar úr lívmóðrini
og ta einoygdu gívrina sum ger einki uttan at
sita á reyvini og klippa teir intellektuellu gull-
træðrirnar úr vevinum hjá vevmanninum,
Sum makaðust uppøstir og átufrekir við einari ølfløsku
einum unnusta einum sigarettpakka einum stearin-
ljósi og duttu úr seingini og hildu fram á gólvinum
og duttu úr seingini og hildu fram á
gólvinum og oman eftir gongini og at enda svímaðu
á vegginum við eini sjón av evstu kuntuni og
í avgonguni sluppu sær undan seinasta farranum av viti,
sum søtaðu allar kusurnar á einari millión gentum
skelvandi í sólsetrinum, og vóru reyðoygdir um morgunin
men til reiðar at søta kusuna á sólar-
risinum, lýsandi reyvarbøllar aftan fyri fjós og naknir
í tjørnini,
sum horaðu seg gjøgnum Colorado í einum riðili
av stolnum náttarbilum, N.C., loyniliga hetjan í hesum
yrkingunum, steggin og Adonis úr Denver – ein frøi
at minnast hansara óteljandi gentuskrens
á tómum grundstykkjum & í matstovubakgørðum,
á skinklutum stólum í biografum, á fjallatindum í hellum ella við
klæntrasligum servitrisum í heimligum vegjaðarum einsligar upp-
umflettingar & serliga loyniligar solipsismur
á nátthúsum í bensinstøðum, & í heimaskotum við,
sum sovnaðu í øgiligum ræðufilmum, vórðu fluttir í
dreymi, vaknaðu knappliga á Manhattan og
vunnu seg upp úr kjallaratimbur-
monnum við hjartaleysum tokayavíni og ræðslunum í Third
Avenue jarndreymum & vinglaðu yvir til arbeiðs-

    loysisskrivstovurnar,
sum gingu alla náttina við skónum fullum í blóði á
kokainbryggjunum fyri at bíða eftir at ein hurð í
East River skuldi lata upp full av guvuhita
og opium,
sum gjørdu stórar sjálvmorðsgølur í húsa-
berginum við Hudson undir tí bláa krígstíðar-
ljóskastaranum frá mánanum & høvdini á teimum skulu
verða lavrberjakrýnd í gloymskuni,
sum ótu lambsstúvning úr hugflognum ella sodnaðu
krabban av runuta botninum í áunum í
Bowery,
sum grótu um ævintýrini í gøtunum
við trillubørum fullum av leyki og vánaligum tónleiki,
sum sótu í kassum og andaðu í myrkrinum undir
brúnni og reistu seg fyri at byggja harpsikordir á
loftunum, sum hostaðu á sættu hædd í Harlem krýnd
við loganum undir bróstsjúka himmalinum umgird
við reyðgulum rimakassum av gudfrøði,
sum ruslaðu niður alla náttina meðan teir ruggaðu og rullaðu uppi yvir ørandi
gandaorðum, sum í tí gula morgunljósinum vóru
ørindi av møsni,
sum kókaðu rotin djóralungu hjarta føtur hala rótasúpan
& meisbreyð meðan teir droymdu um tað reinføra grønmetis-
ríkið,
sum kastaðu seg inn undir kjøtbilar fyri at leita eftir
eggum,
sum blakaðu urini út av tekjuni fyri at geva sína atkvøðu
til Ævinleikan uttan fyri Tíð & fingu ringiklokkur
í høvdið hvønn dag næstu tíggju árini,
sum hegnisliga skóru seg í skøvningarnar tríggjar ferðir uttan
úrslit, góvust og vóru noyddir at lata upp handlar
við fornlutum har teir hildu seg

    eldast og grótu,
sum brendust livandi í sínum sakleysu klædningum
í Madison Avenue í hvirlum av blýggjørindum & tað skítfulla skramblið
av móta & nitroglyserinskríggini frá
lýsingum & sinnopsgassið frá ó-
unniligum og klókum útgevarum ella vórðu yvirkoyrdir av
fullum hýruvognsstjórum í arbeiði hjá tí Treytaleysa Veruleikanum,
sum lupu út av Brooklyn brúnni tað er eingin
lygn og fóru avstað ókendir og gloymdir
inn í tað trølsliga támið frá súpanargøtum & sløkkibilum
í Chinatown, ikki so frægt sum ein ókeypis øl,
sum sungu út gjøgnum vindeyguni frá sær sjálvum, duttu út úr
vindeygunum á tokunum í undirgrundini, lupu í ta skitnu Passaic-
ánna, lupu á nekarar, geylaðu um alla gøtuna,
dansaðu berføttir á knústum víngløsum, smildraðu
grammufonplátur við nostalgiskum evropiskum
30-ára týskum jazzi tømdu whiskeyfløskuna og
spýðu stynjandi niður í blóðfylt vesi, stun
í oyrunum og spreingingin úr øgiligum damp-
floytum,
sum rullaðu eftir landsvegum frá farnari tíð á ferð
við umbygdum Golgatabilum til fongsulseinsemið
fyri at síggja ímyndina av Birminghamjazzi.
sum koyrdu tvørtur um landið í tveyoghálvfjerðs tímar fyri at vita
um eg hevði eina hóming ella tú hevði eina hóming ella hann hevði
eina hóming av Ævinleikanum,
sum fóru til Denver, sum doyðu í Denver, sum
komu aftur til Denver & bíðaðu til onga nyttu, sum
ansaðu eftir Denver & bøldu & gingu einsamallir í
Denver og at enda fóru avstað aftur fyri at skilja
Tíðina & nú leingist Denver eftir sínum hetjum,
sum fullu á knæ í vónleysum dómkirkjum og bóðu

    um frelsu fyri seg og síni og ljós og bróst,
til sálin upplýsti sítt hár í eitt sekund,
sum brutu seg út gjøgnum sínar heilar í fongslinum meðan teir bíðaðu eftir
óhugsandi brotsmonnum við gyltum høvdi og veruleika-
spjaldri í hjørtunum sum sungu ein góðan
blues til Alcatraz,
sum tóku seg aftur til Meksiko fyri at dyrka ein vana, ella Rocky
Mountains til tann blíða Buddha ella Tanger til dreingir
ella Southern Pacific til tað svarta lokomotivið ella
Harvard til Narcissus til Woodlawn til
blómukrans ella grøv,
sum kravdu prógv fyri fullum viti og skili og ákærdu útvarpið fyri at hyp-
notisera fólk & stóðu eftir við sínum ørskapi & sínum
hondum & einum ósamdum nevningatingi,
sum tveittu eplasalat eftir studentaskúlalærarum, ið hildu fyrilestrar um
dadaismu
og síðani bjóðaðu seg fram á
gróttrappuni framman fyri sinnissjúkrahúsinum við rakaðum høvdi
og vøsutum tosi um sjálvmorð og kravdu at fáa
tann hvíta skurðin alt fyri eitt,
og sum í staðin fingu tann harða tómleikan við insulin
metrasol elektro hydro psyko ergo
terapi pingpong &
amnesi,
sum í køvisligum mótmæli bara rendu eitt súmbolskt
pingpongborð um koll við einum stuttum steinrunnum steðgi at hvíla seg í,
og komu aftur fleiri ár seinni, nú púra berskøllutir men við einum parúkki úr
blóði, og tárum og fingrum, til tann sjónska undirgangin sum ørvitis-
fiskar í varðhaldunum hjá teimum steinøru býunum
eystanfyri,
stinkandi høllirnar í Pilgrim State Rocklandi og Greystone,
sum keglast við afturljóðini í sálini og rokka

    og rulla á kærleikans einsliga midnáttarbeinki
úr gróti, lívsdreymur ein
marra, kroppar runnir í steinar so tungir sum
mánin,
at enda í song við mammu síni, og tann seinasta ótrúliga bókin
blakað út gjøgnum vindeygað í leiguíbúðini og tann seinasta
hurðin stongd klokkan 4 á morgni og tann seinasta telefonin
ripað inn í veggin sum svar og tað seinasta kamarið
ruddað heilt niður til seinasta innbúgvið í huganum,
ein gul pappírsrósa í skápinum snarað
um eitt akslatræ úr stáltráði, og sjálvt hon
innbillað, einki uttan bara eitt vónríkt lítið petti av
yvirsjón –
á, Carl, so leingi tú ikki ert sloppin eri eg ikki sloppin, og
nú situr tú av álvara fastur í tí fullkomiliga dýrisku
tíðarsugguni –
og sum av tí sama rann gjøgnum tær ísakøldu gøturnar tikin
av einum óvæntaðum neista av gullgerðargátuni hvussu
ellipsan kann brúkast og skráin mátarin & tann darr-
andi flatin,
sum droymdi og gjørdi ítøkilig hol í Tíð & Rúmd
við einari mynd fyri og aðrari eftir og fangaði høvuðs-
eingilin í sálini millum 2 sjónligar myndir
og bant grundsagnorðini hvørt at øðrum og setti navnorðið
og tankastrikuna í tilvitinum saman og leyp uppfrá
og helt seg hóma Pater Omnipotens Aeterna
Deus
fyri at byggja uppaftur lagið og stevið í neyðarsliga skrivaðum manna-
máli og standa framman fyri tær orðleysur og
gløggur og skelva av skomm, vera burturvístur og kortini við-
ganga alla sálina fyri at laga seg eftir tankarútmuni
í hansara nakna og endaleysa høvdi,
tað svaka ólukkudýrið og eingilin vilstur í Tíð, ókendur
og kortini farin undir at skriva tað niður, sum er eftir at siga

    í tíðini aftan á deyðan,
og reis uppaftur latin í ham úr jazzi í
gullhornsskugganum av tónleikinum og blásti
pínuna í tí nakna kærleikstráandi heilanum á Amerika út í
eitt eli eli lamma lamma sabaktani saksofon-
skríggj sum skakaði býirnar heilt niður í tað seinasta útvarpstólið
við innasta hjartanum í lívsins yrking skorið
úr teirra egna kroppi gott at eta í túsund ár.

II

Hvør sfinksur úr betongi og aluminiumi breyt hol
á skallarnar og át teirra heilar og hug-
flog?
Molok! Einsemi! Skarn! Óhumska! Ruskíløt og
dollarar, sum ikki fáast! Børn skríggjandi undir
trappunum! Dreingir higstrandi í herliðum! Gamlir menn
grátandi í viðarlundum!
Molok! Molok! Marrur um Molok! Molok við
ongum kærleika! Molok í heilanum! Molok tann harði
mannadómarin!
Molok tað ófatiliga fongslið! Molok
sálarleysa fangahúsið við krossløgdum beinum og húsið har
allar sorgir halda fund! Molok hvørs bygningar eru guds revsing!
Molok øgiligi steinurin í kríggi! Molok tær ør-
kymlaðu stjórnirnar!
Molok hvørs heili er ber maskina! Molok hvørs
blóð er pengarensl! Molok hvørs fingrar
eru tíggju herar! Molok hvørs bróst er ein manna-
etandi dynamo! Molok hvørs oyra er ein guvandi
grøv!

Molok hvørs eygu eru túsund blindir gluggar!
Molok hvørs skýskravarar standa í longum
gøtum sum endaleysir Jehovar! Molok hvørs verk-
smiðjur droyma og kyrkja í mjørkanum! Molok hvørs
skorsteinar og antennur krúna býirnar!
Molok hvørs kærleiki er olja og steinur í allar ævir! Molok
hvørs sál er ravmagn og bankar! Molok
hvørs fátækradømi er hamurin av flogviti! Molok
hvørs lagna er eitt kynsleyst brintskýggj!
Molok hvørs navn er Sálin!
Molok sum eg siti vilstur í! Molok sum eg droymi um
einglar í. Svakur í Molok! Murtsleikjari í
Molok! Kærleikssørur og mannleysur í Molok!
Molok sum tíðliga kom inn í mína sál! Molok sum
eg gangi í við kenslum og ongum kroppi! Molok
sum ræddi meg burtur úr mínari natúrligu øsing!
Molok sum eg avnokti! Vaknið í Molok!
Ljós streymar niður av himni!
Molok! Molok! Robottíbúðir! ósjónligir forstaðir!
dýrgripasøvn við beinagrindum! blindir kapitalar! djevulssettar
fyritøkur! spøkilsistjóðir! vónleys sinnis-
sjúkrahús! grótfansar! andstyggiligar bumbur!
Teir brutu ryggin av at lyfta Molok til skýggja! Gongu-
breytir, trø, útvarp, tons! lyfta býin upp í
himmalin, sum er til og er allastaðni um
okkum!
Opinberingar! fyrivarningar! yvirsjónir! undur! øsingar!
farin við áunum í Amerika!
Dreymar! tilbiðjan! sannroyndir! vitnisburðir! øll
lastin full í kenslubornum lorti!
Nýbrot! hinumegin ánna! útflipp og krossfestingar!
farin við flóðini! Frítt flog! Opinberingar! Vón-
loysi! Tíggju ár við djóraskríggi og sjálvmorðum.
Heilar! Nýggir kærleikar! Steinørt ættarlið! oman eftir

    klettunum í tíðini!
Veruliga heilagur látur í ánni! Tey sóu tað øll! tey
heilagu rópini! Tey søgdu farvæl!
Tey lupu út av tekjuni! út í einsemið! veittrandi!
við blómum í hondini! Oman til ánna!
út í gøturnar!

III

Carl Salomon! Eg eri við tær í Rocklandi
har tú ert svakari enn eg sjálvur
Eg eri við tær í Rocklandi
har tú manst kenna teg illa
Eg eri við tær í Rocklandi
har tú hermir eftir skugganum á mammu míni
Eg eri við tær í Rocklandi
har tú hevur dripið tínar tólv skrivarar
Eg eri við tær í Rocklandi
har tú flennir eftir hesum ósjónliga skemtinum
Eg eri við tær í Rocklandi
har vit eru stórir yrkjarar á somu ræðuligu
skrivimaskinu
Eg eri við tær í Rocklandi
har tín livimáti er versnaður og
tey siga frá tí í útvarpinum
Eg eri við tær í Rocklandi
har gávurnar í skallanum ikki longur lova
maðkunum í sansunum framat
Eg eri við tær í Rocklandi
har tú fært te at drekka úr bróstunum á
gomlu gentunum í Utika
Eg eri við tær í Rocklandi
har tú spælir við orðum um tínar sjúkrasystrar,
gívrarnar í Bronx

Eg eri við tær í Rocklandi
har tú rópar í spennitroyggjuni at nú
tapir tú pingpongspælið um
avgrundina
Eg eri við tær í Rocklandi
har tú slært niður á tað katatoniska klaverið at sálin
er ósek og ódeyðilig hon átti ongantíð at doyð ógudilig í einum vápnaðum
sinnissjúkrahúsi
Eg eri við tær í Rocklandi
har hálvtrýss viðgerðir aftrat ongantíð fara at fáa
sálina aftur í kroppin á tær eftir pílagrímsferðina til ein
kross í tómleikanum
Eg eri við tær í Rocklandi
har tú leggur læknarnar undir at vera svakir
og leggur ætlanir fyri jødisku sosialistakollveltingini móti
fasistiska Golgata-tjóðskapinum
Eg eri við tær í Rocklandi
har tú ætlar at skræða himlarnar á Long Island sundur
og reisa upp tín livandi menniskjaliga Jesus úr
yvirmenniskjaligu grøvini
Eg eri við tær í Rocklandi
har fimm og tjúgu túsund ørir javn-
líkar syngja í kór seinasta ørindi í internasjonaluni
Eg eri við tær í Rocklandi
har vit kroysta og kyssa USA undir
dýnuni USA sum hostar alla
náttina so vit ikki fáa sovið
Eg eri við tær í Rocklandi
har vit verða vaktir uppøstir úr óviti
av okkara sálarligu flogførum sum brøla uppi
yvir tekjuni tey eru komin fyri at tveita einglabumbur
sjúkrahúsið lýsir av sær sjálvum innbillaðir veggir
rapa O kaldarakar fjøldir skunda sær út O stjørnu-

    settir skelkir av náði æviga kríggið er
komið O sigur gloym undirklæðini vit eru
fræls
Eg eri við tær í Rocklandi
í mínum dreymum gongur tú sjó-
drigin av ferð eftir vegunum tvørtur um Amerika vátur av tárum
til dyrnar á mínari smáttu í náttini fyri vestan

* Carl Solomon var vinmaður Allen Ginsberg.
Teir vóru innlagdir samstundis á Rockland sinnissjúkrahúsi.

Gunnar Hoydal týddi.

Hesin teknifilmurin av “Howl” er úr filminum við sama navni.

Posted in: ikki bólkað