Freist

Posted on 5 Mai 2016

0


images-lion-king

Eftir ætlan kemur Vencil tann seytjandi út fyrst í oktober 2016. Tí mugu vit hava eina freist, sum kann freista tey, sum liggja inni víð góðum tilfari, sum tey kundu hugsað sær varð prentað.

Øll kunnu senda inn tilfar til Vencil, og tað kann gerast alt árið runt, men um tú skalt fáa tilfar títt við í seytjanda nummarið av Vencli, so mást tú senda tað til okkum í seinasta lagi 1. juni.

Treytirnar fyri upptøku er, at talan er um skaldskap á bundnum ella óbundnum máli, uppíroknað essays, og at tað er væl og virðiliga arbeitt ígjøgnum og stórt sæð liðugt, áðrenn tað verður sent okkum.

Teksturin, sum verður sendur inn skal verða sendur teldutøkur á til vencil@vencil.fo.

Síðani gera vit viðmerkingar til tekstin, sum kemur við og senda hann aftur, so at høvundurin kann arbeiða tekstin lidnan.

 

Vegna Vencil

Ritstjórarnir

Arnbjørn og Oddfríður

Posted in: ikki bólkað