Anna Malan á Rithøvundaskúla

Posted on 30 mai 2016

0


IMG_8573

hvat er at yrkja?
tann ið dugir tað lærir tað aldrin
tann ið ikki hevur lært tað enn
hevur nokk altíð duga tað

Soleiðis tekur Rói Patursson til í yrkingini “hvat er at yrkja” í savninum Líkasum frá 1985. Tað er ongin loyna, at tað ber illa til at læra til rithøvund, men hevur tú eginleikan at síggja alt av nýggjum og sum nýtt, so hevur tú eginleikan at læra teg at skriva.

Nógvir eru rithøvundaskúlarnir í norðurlondum. Á hvør sín hátt eru teir allir góðir. Tó eru ikki nógvir, sum vara longur enn eitt ár. Í Keypmannahavn er rithøvundaskúli, sum varir í tvey ár. Upptøkuroynd er á hvørjum ári, og í ár er Anna Malan Jógvansdóttir sloppin inn á Rithøvundaskúlan í Keypmannahavn.

Nógv eru, sum søkja inn á hvørjum ári. Tey plaga at liggja um eini 700 – 800, sum søkja inn, og eini 25 sleppa til munnliga samrøðu, og so sleppa 6-8 teirra inn á skúlan.

Bara tveir aðrir føroyingar hava gingið á skúlanum. Oddfríður Marni Rasmussen gekk frá 1998 til 2000 og Rasmus á Rógvu gekk frá 2006 til 2008, men hann er uppvaksin niðri og skrivar á donskum, og nú er Anna Malan Jógvansdóttir sloppin inn.

Vit ynskja henni til lukku og góða eydnu.

 

Kroniskt

Míni eygu tvey hvalspýggj
slímut
bleytt
bláar iris
ultramarin pupillir
kjarnin har æðrarnir spræna út frá
dansa ímillum algir
fangar á hornhinnuni
kronisk minnir
grógvandi sjónotir
eitt korallriv
sum sker glærið
so eg gráti blóðtár

Anna Malan Jógvansdóttir

 

Vencil

Advertisements
Posted in: ikki bólkað