Anna Malan og Rúni á rithøvundaskúla

Posted on 1 juni 2016

0


hvat er at yrkja?
tann ið dugir tað lærir tað aldrin
tann ið ikki hevur lært tað enn
hevur nokk altíð duga tað

Soleiðis tekur Rói Patursson til í yrkingini “hvat er at yrkja” í savninum Líkasum frá 1985. Tað er ongin loyna, at tað ber illa til at læra til rithøvund, men hevur tú eginleikan at síggja alt av nýggjum og sum nýtt, so hevur tú eginleikan at læra teg at skriva.

Nógvir eru rithøvundaskúlarnir í norðurlondum. Á hvør sín hátt eru teir allir góðir. Tó eru ikki nógvir, sum vara longur enn eitt ár. Í Keypmannahavn er rithøvundaskúli, sum varir í tvey ár. Tey plaga at liggja um eini 700 – 800, sum søkja inn, og eini 25 sleppa til munnliga samrøðu, og so sleppa 6-8 teirra inn á skúlan. Upptøkuroynd er á hvørjum ári, og í ár eru ikki færri enn tveir føroyingar slopnir inn. 2/8 av teimum, sum komu inn á rithøvundaskúlan í Keypmannahavn eru føroyingar. Teir eru Anna Malan Jógvansdóttir, sum í fjør gav út yrkingasavnið Undirfloyma á forlagnum MS.

95f99e86613cdfbe59d6cbccd0c31a9c

Hin føroyingurin eitur Rúni Weihe.  Hann varð í samrøðu í Information skýrdur sum “den færøske outsider”. Hann hevur givið út skaldsøguna Mursejle á Forlaget for Detaljer.

tumblr_nxsy0sXKoA1qkzl9ho1_1280

Her er eitt brot úr Mursejler:

“Han hældte hamsteren ud på værkstedsbænken, tog om den våde og varme krop og kastede den med al sin magt ned i betongulvet. Sammenstødet var lydløst, men hamsteren døde ikke. Benene vred sig og snuden gispede og gav en pibende lyd fra sig som et punkteret cykeldæk. Han samlede den op og kastede den mod gulvet én gang til. Lydene holdt op, men den bevægede sig stadig. Måske var det nerverne. Så han gjorde det igen en sidste gang. Hans hænder var klamme. Af blod og acetone og små hår fra pelsen, som acetonen måtte have løsnet.”

Bara tveir aðrir føroyingar hava gingið á skúlanum. Oddfríður Marni Rasmussen gekk frá 1998 til 2000 og Rasmus á Rógvu gekk frá 2006 til 2008, men hann er uppvaksin niðri og skrivar á donskum, og nú eru Anna Malan Jógvansdóttir og Rúni Weihe sloppin inn.

IMG_8480

Anna Malan Jógvansdóttir lesur upp umborð á Ternuni.

 

20151202-125730-100020

Foto: Jacob Dall

Vit ynskja teimum til lukku og góða eydnu.

Kroniskt

Míni eygu tvey hvalspýggj
slímut
bleytt
bláar iris
ultramarin pupillir
kjarnin har æðrarnir spræna út frá
dansa ímillum algir
fangar á hornhinnuni
kronisk minnir
grógvandi sjónotir
eitt korallriv
sum sker glærið
so eg gráti blóðtár

Anna Malan Jógvansdóttir

 

Advertisements
Posted in: ikki bólkað